Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú verður skipað fyri felags fundi fyri øll starvsfólk á dagstovnum í Tórshavnar kommunu.

Øll starvsfólk, sum arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu, eru boðin til fund. Melda teg til ein fund í sjálvgreiðsluni HER.

Býráðið samtykti í farnu viku at broyta bygnaðin á dagstovnaøkinum soleiðis, at dagstovnarnir verða skipaðir í smærri leiðslueindir.

Býráðið samtykti eisini at hækka starvsfólkanormeringarnar á dagstovnunum.

Á fundinum verða starvsfólkini kunnað um hesar broytingar, kunningin tekur áleið ein tíma. Fundurin verður í Auluni í Finsen hesar dagar:

Hósdagin 14. novembur kl. 10.30
Hósdagin 14. novembur kl. 15.00
Týsdagin 19. novembur kl. 10.30
Týsdagin 19. novembur kl. 15.00
Mikudagin 20. Novembur kl. 15.00

Øll starvsfólk, sum arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu, eru boðin til fund. Melda teg til ein fund í sjálvgreiðsluni HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo