Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú um páskirnar verður ein felagskristilig ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Stevnan verður komandi mánadag og týsdag 21. og 22. mars 2016.

Endamál við stevnuni er at kristin koma saman at eggja hvørjum øðrum til at venda aftur til tað, sum veruliga hevur týdning í teirra kristna lívi. Hetta verður gjørt m.a. við at fáa lýst støðuna hjá okkum kristnu í dagligdegnum, hvat hevur týdning, hvussu kunnu vit venda aftur til grundvøllin, ið tað tykist sum vit onkuntíð hava lyndi til at gloyma.

Samrøðan verður berandi formurin í tiltakinum. Gestir verða Høgni Johannesen, Ann Dahl Hansen, Símun Absalonsen og Heine Lützen, og høvi verður hjá luttakarunum at seta spurningar eftir hvørja samrøðu, og til endans verður drigið samanum.

Felagssangur verður, har øll saman fáa høvi at syngja við til góðar, kendar møtisangir, ið hava við evnið at gera.

Tað kostar einki at koma inn - tó kunna tey sum ynskja, stuðla tiltakinum. Tað er heldur ikki neyðugt at melda seg til áðrenn, siga fyrireikararnir Eyðun Jacobsen, Heine Lützen og Svenning av Lofti. Byrjað verður kl. 19.30 bæði kvøldini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo