Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Komandi ár verður nýtt graslíki lagt á í Sørvági og næstu 10-15 árini verður felags fótbólturin her.

Men!

Sørvágur er ov lítil til 07-Vestur. Vit eiga tí at gera eitt felagsøki í oynni, har møguleikarnir eru stórir nokk til fótbóltin, nýggja kappingarhøll, svimjihøll, fótbóltshøll og handilsvinnu.

Tann tí tað varð, staðfestu vit ta sum eina nátúrliga avleiðing av samanleggingini av fótbóltinum í Vágum, at stórivøllur varð felags fyri alla oynna. Við mugu semjast um hendan partin, skulu vit røkka størri felags málum í fótbólti.

Men tað tænir ikki endamálinum at hesin felags vøllur skal liggja í Sørvági í tíð og ævir. Tað tænir heldur ikki Sørvági. Í Sørvági skulu vit búgva, her skulu vit øll, børn og ung kunna ganga til og frá skúla, til venjingar og felags bygdatiltøk og her skal rúm vera til camping á vestanstevnu og til Countryfestival.

Tá um stórdystir ræður flyta vit okkum og fara út um bygdina.

Bestu  møguleikin her hjá okkum er niðri í Brennuni undir Vørðufelli, inn móti molddumpinum. Longu langtsíðani varð víst á møguleikar Niðri í Brennuni, og hesir røkka langt. Sjálvandi eigur handil og vinna sín fremsta part í økinum, sum sýnisgluggi fyri teimum nógvu ferðandi og vitjandi til flogvøllin.

Komandi valskeið skal skúlin verða liðugt dagførdur og vit leggja til brots at fyrireika ein handils og mentanardepil, har hann liggur best. Eisini her er fyrsta stigið, saman við øllum áhugaðum pørtum, at fáa ætlanina við í dagføringina av bygdaplani og byggisamtykt.

Ein naturligur partur at taka við her, er týdningurin av eini felags ókeypis bussleið fyri alla oynna og setan av einum dagligan leiðara, sum í samstarvi við ítrótt, skúla og mentan, samskipar og mennir okkum øll til ein aktivari leiklut.

Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær, ein betri heimstað.

Jákup á Stongum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo