Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Felagsskapurin Mirjam: Um allan heimin sita menniskju og stúra.  Nær rakar farsóttin Afrika? Vit vita, at Afrika er sera sárbart. Reinføri og matrot, er ein avbjóðing! Hvussu fáa tey reint vatn? Marknaðurin er afturlatin. Hvør einstakur er í stórum vanda at fáa smittuna, sum ikki kann síggjast. Tey skulu halda frástøðu og vaska hendur. Men tað er ikki lætt at halda frástøðu, tá tey búgva so tætt. Vanligt er, at 10 fólk búgva í einum rúmi. Tá ber ikki til at vera í sóttarhaldi um tú fært smittuna. Kvinnurnar sleppa ikki á marknaðin at selja, tá er eingin inntøka.

 

Umráðandi er at vit her heima ikki falla í fátt, men royna at gera tað vit kunnu, at hjálpa teimum ikki at gevast á hendur.

 

Við okkara hjálp eru vit við til at bjarga lív. Felagsskapurin “Mirjam” hevur dagligt samband við Liberia og hevur keypt rís, spannir, sápu og klorin. Umráðandi er at gjalda tað, sum skal gjaldast: Leigu, el, internet o.a. so tey ikki standa úti á gøtuni, og noyðast at búgva fleiri saman, enn tey nú gera.

 

Viðlíkahald av vatnbrunninum er sera umráðandi. Tá krubban er tóm so bí́tast hestarnir, og tað má ikki henda. Felagskapurin Mirjam hevur tí sent 60.000 kr til korona hjálp í Monrovia. Takk til tykkum øll sum áhaldandi stuðla arbeiðinum.

 

Ynskir tú at stuðla, so er kontan 9865-3124724. Viðmerk koronahjálpin. Felagsskapurin Mirjam er ein sjálvsognarstovnur, ið byrjaði í smáum fyri 10 árum síðani. Í 2017 bleiv sjálvsognarstovnurin formliga settur á stovn við egnum viðtøkum, V-tali og skráseting hjá TAKS. Felagskapurin Mirjam er ein diakonalur felaskapur sum hevur bústað í Klaksvík og virkar við kvinnu íverksetan í Liberia og Kenja. Persónarnir sum standa handan Felagskapin eru Hilda Viderø, Johannes Johannessen úr Klaksvík og Anne Sophie Nordendal úr Bø.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo