Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað var ein stórur missur í árinum 2018, táið fleiri serstøk mentafólk fóru um hvarvið.

Her eru nøkur stutt, seinkað hugarensl í hesum sambandi:

Fyrstur fór Alex Bærentsen, bara 55 ára gamal. Hann var kendur fyri sína sermerktu og vøkru sangrødd.

Lítillátin og vinsælur. Hoyrdi hann fyrstu ferð syngja í Bíbliuklassanum hjá Petur W. Háberg fyri mongum árum síðan.

Hann sang so eyðkent og var millum okkara fyrstu  gospel- og country-sangarar. Honum dámdi eyðvitað hetta, at orðini ikki bara vóru orð; men at orðini bóru - saman við røddini - ein stillan, einfaldan boðskap.

Ofta um longsul ella sár, djúptøkin hugafar á ein lágmæltan, grípandi hátt - og sum skjótt gjørdust fólkaogn kring landið. Hjá honum var einki pátikið.

Somu kenslur drógu hann heim aftur á klettarnar eftir drúgva tíð á flatlondum. Men nýliga heimafturkomin - so hendi tað ófatiliga og skilmarkandi – sum eingin skilur til fulnar - og sum enn snørir um hjartað og harmar.

Kjartan Kristiansen fór 3. september, 77 ár, føddur flaggdagin 1941. Hann hitti eg fyrstu ferð á veg til Kjøpinhavnar við Tjaldrinum fyrst í 1960’unum. Tað var á sinni, táið m. a. Kjartan, Zakarias Wang, Árni Olafsson o. o. vóru teir ungu “himmalstormandi” studentarnir – so kønir “i åndernes rige” - meðan vit aðrir, sum leitaðu inn á eina meiri bundna og tronga tekniska útbúgvingarleið – vit tagdu og hugdu við hundaeygum upp til hesar orðkringu garparnar, sum, jú, “áttu”  framtíðina. Og væl hevur gingist teimum.

Teir settu síni sermerktu spor.

Kom seinni at kenna Kjartan mong ár í býráðshøpi. Eitt ótrúligt arbeiðsgrev. Saman við Gunnari Hoydal, báðir nýkomnir av skúlagátt, legði hann til brots - við kønari kós frá Anders Nyvig, verkfr. í býarætlan, at gera bæði byggisamtykt og býarskipan í tørvi - fyrst fyri Tinganes og síðani Havnina alla. Hetta var eitt ikki eiti á uppdrag, sum Gunnar hevur lýst nakað um í skaldsliga brotum.

Kjartan hevði skilt tað einfalda/djúpa: At vitan er megi og kjølfesti - ikki minst í fyrisitingarhøpi. Hann setti seg nágreiniliga inn í øll viðurskifti í kommununi um byggimál, ognir, festisskipanir v. m. Og so hevði hann vanliga við sær á hvønn fund ein heilan stakk at øllum møguligum málum, sum kanska høvdu við umrødda málið at gera – . 

Og táið ein spurdi hann, um tørvur var á hesum stakki til fundin (!), so smíltist hann við sínum eyðkenda og skemtiliga skálkabrosi – og uttan at mæla eitt orð.

Kjartan átti serstakar sinnisligar eginleikar, sum táið onkur var ólátaður ella persónligur móti honum. Ja, so smíltist hann líka vinarliga og virkaði púra óávirkaður – eisini eftir at eygnabrá hansara var givið at smílast...

Kjartan var tjóðskaparsinnaður, glaður fyri lívið og føroysku náttúruna. Ein ágrýtin og fyrikomandi almennur tænastumaður. Soleiðis kendi eg hann.

Jeffrei Henriksen fór 27. november, 88 ára gamal, og var Kjartan glaður fyri føroyska náttúru, so var Jeffrei ikki minni góður við føroyska málið.

Jens Pauli Heinesen, høvundur, tekur soleiðis til einastaðni: “Jeffrei var á sín hátt uppreistnarmaður, men væl at merkja ein av teim positivu og konstruktivu.”

Jeffrei bleiv lærari í 1950, júst 20 ára gamal, og undirvísti fyrstu 5 árini sum lærari í Bø og Gásadali. Har kom hann ikki á kaldar steinar. Pápin, Gásadals-Jóan-Jakku, giftist við Josefinu í Sørvági. Børn teirra itu:

Jóhannus, Judith, Jákup, Jóhan, Jósup ( “Joffi” giftist til Klaksvíkar við Johild Arge, dóttir Argja-Magnus) og Jeffrei, ið var yngstur. Hesi børnini dugdu sera væl í skúlanum hjá DD, søgdu eldru systkin míni.

Seinni var Jeffrei lærari og skúlastjóri í Havn. Hann hevur skrivað nakað úr Gásadals søgu og fór í 1956 undir nýbrotið: “Brævskúli í føroyskum”, sum mong málsliga fingu gott í beinini av. Hann hevur umframt hetta skrivað fleiri lærubøkur í føroyskum.

Jeffrei var dámligur at veksla orð við. Eg haldi, at hann var ikki “fjøtrandi” sum málmaður. Nei, so heldur “floygdur” at kalla.

Hann minti meg um Sámal Petersen, lærara, landsstýrismann og granskara, sum segði við okkum næmingar:

“Eg hoyri, tit brúka orðið, begynna, og tað er í lagi; men orðið, byrja, er eisini gott, hóast Rasmus Effersøe, landbúnaðarráðgevi og blaðstjóri, lænti hetta orðið “börja” úr Svøríki, har ið hann var eitt skifti.

Og málberingin, at brúka, er góð við; men orðingin, at nýta, er hinvegin eisini góð. Men minnist tit tó til: At benda orðið “nýta” rætt. Tí orðaførini “at njóta og at nýta”, tað hevur eina heilt aðra merking”.

Henda málsliga leið/áskoðan er nakað átøk henni, sum Málteigurin í SVF ber brá av, og sum Elin Henriksen og Solby Christiansdóttir koma væl frá.

Har er tónin vanliga ikki hesin: “Hatta mást tú ongantíð siga!”. Oftani heldur hetta: “Jú, tað kanst tú siga; men eitt annað orðafar er líka so gott ella kanska betri -.”

Og tað er gott.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo