Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Barsil og brunsj, feminisma og filmur! Ein heil vika av fjølbroyttum, feministiskum tiltøkum, sum millum annað fevna um áhugaverda vitjan úr Íslandi, eina ljóðtøkniverkstovu og eina fagnaðarmáltíð í Mettustovu. Komið og hátíðarhaldið kvinnudagin í felag!

8. mars er bæði ein stríðsdagur og ein fagnaðardagur. So leingi vit vilja stríðast og fagnast, so hátíðarhalda vit 8. mars. Vikan bjóðar eina fjølbroytta skrá, har javnstøða verður viðgjørd á alskyns hátt. Millum annað verður barsilsfyrilestur, sterkur filmur við innleiðslu av Haifa Awad, og tvey umboð úr íslendska felagsskapinum IceFemIn koma at práta um javnstøðuviðurskifti. Sjálvur 8. mars verður hátíðarhildin við brunsj í Mettustovu og megnar tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Les meira um øll tey feitu, feministisku tiltøkini í skránni.

Um fagnaðin
Femifagnaður er hátíðarhald og markering av kvinnudegnum 8. mars. Fagnaðurin setur javnstøðu á breddan á alskyns hátt. Endamálið er at viðgera mongu síðurnar av javnstøðu, at læra frá okkum og at gerast klókari.

Hetta gera vit við at skipa fyri tiltøkum – upplestur, framløgur, filmssýningar, kjak, undirvísing, samrøður og mangt annað, sum venda sær til ymiskar aldurs- og samfelagsbólkar. Vit stremba eftir, at øll tiltøk eru ókeypis, soleiðis at øll hava møguleika at luttaka óansæð fíggjarlig kor. Femifagnaður er ein virkin partur av stríðnum fyri, at øll uttan mun til kyn skulu hava somu rættindi, møguleikar og skyldur. Við Femifagnaðinum virða vit arbeiðið hjá teimum, sum komu undan okkum, vit gera vart við órætt, og vit fagna stríðinum fyri javnrættindi.

Felagsskapirnir
Handan Femifagnað eru felagsskapirnir Amnesty International Føroyar, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Frítt Val – fyri fríari abort og Damudomi. Samstarvsfelagar eru Demokratia, Javnstøðunevndin og Filmsfelagið.

SKRÁ:

Mánadagur 2. mars
#MínAbort
Tað er sjáldan, at vit hoyra persónligar søgur um abort í Føroyum. Hetta er skilligt, tá kjakið um abort er so hitað, sum tað er. Við tiltakinum vilja vit í felag bróta tøgnina um abort í Føroyum.
Á skránni verður upplestur av abortsøgum og prát við kvinnur, sum hava tikið abort.
Stað: Reinsaríið
Kl. 20:00 – 21:00

Týsdagur 3. mars
Kvinnur sum tingmenn

Barsilsfyrilestur í sambandi við Femifagnað 2020
Løgtingskvinnan Hervør Pálsdóttir kemur at halda fyrilestur um hví orð hava týdning. Hervør fer at práta um málið sum hon og Ingilín Strøm hava lagt fyri Løgtingið, um at kvinnur og menn skulu arbeiða undir heitinum løgtingsfólk og ikki løgtingsmenn og hví tað hevur týdning.
Stað: Norðurstova í Norðurlandahúsinum
Kl. 11:00

Mikudagur 4. mars
The Cave

Filmsfelagið vísir virðislønta filmin The Cave, sum snýr seg um barnalæknan Amani og starvsfólkum hennara, sum reka eitt loyniligt sjúkrahús í Sýria, har tey hjálpa ofrum fyri krígnum í landinum. Haifa Awad, lækni, sum er úr Sýria og býr í Danmark fer at byrja filmssýningina. Haifa Awad hevur starvast á Landssjúkrahúsinum sum lækni.
Stað: Havnar Bio
Kl. 20:00

Hósdagur 5. mars
"Samtykki - lóg ella hugburður?"

Vit seta sjóneyku á seksuell rættindi, og hvat seksuellur harðskapur fevnur um? Síðani seta vit spurningin, hvussu vit skapa eina sunna samtykkimentan? - er tað við lóg ella hugburði? Á skránni verða upplegg frá KYN og Kvinnuhúsinum og síðani fer umboð frá Amnesty Danmark at greiða frá arbeiðnum við eini nýggjari samtykkilóggávu í Danmark.
Stað: Reinsaríið
Kl. 20:00 – 21:30

Fríggjadagur 6. mars
Hvat kunnu vit læra av Íslandi? Javnstøða tvørtur um hav

Ísland verður mett at vera eitt av teimum fremstu londunum innan javnstøðu í heiminum. Hví gongur so væl, og hvat kunnu vit í Føroyum læra av javnstøðuarbeiði í Íslandi? Hesir og aðrir viðkomandi spurningar verða viðgjørdir, tá løgtingslimir, landstýrisfólk, miðlafólk, feministiskir felagsskapir og onnur áhugaði fáa møguleikan at hitta íslendsku Danfríður Skarphéðinsdóttir og Sigrún Jóannesdóttir úr IceFemIn og kjakast um javnstøðu og javnstøðupolitikk. Gunvør Balle hevur góðan kunnleika um íslendsk javnstøðuviðurskifti og fer at leiða prátið.

IceFemIn, Icelandic Feminist Initiative, er ein bólkur av kvinnum við hollum royndum og vitan innan landsfyrisiting, akademia og vinnulív. Tær hava verið virknar í politikki og arbeiðinum fyri javnstøðu í Íslandi í fleiri áratíggju. Nú verður gjørligt at hoyra Danfríður Skarphéðinsdóttir og Sigrún Jóhannesdóttir greiða frá sínum arbeiði og hugleiða um javnstøðuviðurskifti.
Stað: Norðurstova í Norðurlandahúsinum
Kl. 14:00 – 15:30

Leygardagur 7. mars
Ljóðtøkniverkstova

Í sambandi við Femifagnaðin 2020 skipar Damudomi fyri ljóð-tøkni verkstovu fyri diskarar og elektroniskar tónleikarar. Støði verður tikið í at seta teldu og ljóðkort (inkl. kontrollarar og midi-keyboards) til eitt annlegg, fáa ljóð ígjøgnum hátalararnar og stilla ljóðið rætt.
Øll eru vælkomin. Einki gjald er ásett fyri luttøku. Ístaðin verður ein bússa á staðnum, har luttakarar kunnu lata eitt egið ásett peningaligt virði í, um hugur er til tað.
⦁    Útgerð - komponentar og leidningar.
⦁    Bind útgerðina saman.
⦁    Stilla ljóðið, finn feilir, miksari og equalisari.
Stað: Perlan
Kl. 12:00-15:30

Sunnudagur 8. mars
Fagnaður í Mettustovu

Kom í hugnaligu Mettustovu til 8. mars brunsj við breyði frá Breyðvirkinum, sum ungu kvinnurnar Fríða og Randi hava stovnað. Har verða eisini tónleikaframførslur við Anniku Malunardóttir og Sunnvá Midjord Mikkelsen, stuttar røður og upphiting til bussferðina og tiltakið í Fuglafirði.
Stað: Skipar Hansensgøta 5 (úti á Reyni)
Kl. 13:00 – 15:00

Endabrak í Fuglafirði

Kvinnudagurin endar við einum braki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Spennandi og fjølbroytt skrá er tøk á netinum.
Kl. 14:30 fer ókeypis bussur úr Havn til tiltakið í Fuglafirði. Bussurin koyrir aftur til Havnar eftir tiltakið. Elisa Vang verður ferðaleiðari. GG: tilmelding til busstúrin er neyðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo