Tá ferðamannaskipið Zuiderdam vitjaði Runavík seinasta leygardag fóru nakrar konur í land av skipinum og á gátt hjá Gunvá Justinussen á Glyvrum. Tær høvdu meldað seg til tiltakið Knit with a local - bind saman við einum lokalum - sum Visit Runavík skipaði fyri í samband við vitjanina hjá ferðamannaskipinum.
Á síðuni hjá Runavíkar Havn greiða tey frá at tiltakið, sum vardi einar 2 tímar, var sera væleydnað.
- Við tilboðnum fáa ferðafólkini høvi at vitja eitt føroyskt heim og læra at binda við føroyskum tógvi. Soleiðis fáa tey vitjandi ein part av okkara mentan umframt eina veruliga uppliving við sær heimaftur, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo