Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Við støði í Umhvørvispolitikkinum "Grøna leiðin" fer Tórshavnar kommuna í næstum undir eitt nýtt átak innan burðardygga ferðslu. Átakið "Ferðast grønt" fer av bakkastokki 20. apríl og verður í allari kommununi - frá Kirkjubø til Kollafjarðar og út í Nólsoy.

Átakið fer at seta sjóneykuna á burðardygga ferðslu, ið er at súkkla, ganga og koyra við bussi til arbeiðis ella í skúla.
"Ferðast grønt" verður í tíðarskeiðinum apríl til september, og fer átakið at vitja við skúlar og í Steinatúni.

Byrjað verður 20. apríl í Steinatúni, har Tórshavnar kommuna bjóðar teimum fyrstu 200, ið koma oman í Steinatún, skúlabreyð og mjólk frá MBM. Nógv spennandi verður á skránni alt summarið, og hava luttakararnir møguleika at ogna sær okkurt ókeypis heim við.

Fylgið "Ferðast grønt" á facebook.com/ferdastgront og fylgið við hvat ið næst hendir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo