Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eiðis kommuna: Almennur fundur - ferðavinnan í fokus í Mentanarhøllini á Eiði tann 16. August kl. 19:30.

Ver við at skipa ferðavinnuna í Eiðis kommunu.

Allir borgarar í Eiðis kommunu kunnu nú verða við til at skipa ferðavinnuna her norðuri í 2019.

Ferðavinnan er støðugt vaksandi, og vilja vit tí geva borgarum í kommununi møguleikan at fáa ágóða av hesum.

Tey ið luttaka á fundinum eru:

AP Busskoyring (luttekur), HK Bussar (luttekur), Giljanes (luttekur), Ferðaleiðarafelagið (luttekur), Fornminnissavnið á Látrinum (luttekur), Greengate (luttekur), Tora (luttekur), Hagastýrini í Eiðis kommunu (luttekur), Eiði Camping (luttekur), Heimablídni í Skorini (luttekur). Visit Faroe Islands (innslag), Íverkseturnarhúsið (innslag) og Eiðis kommuna (innslag).

Ætlanin er at borgarar kunnu samskifta við luttakandi partar og møguliga skipa fyri onkrum í hesum sambandi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

P.S. Í hesum sambandi er ein Facebook kapping gjørd.

Øll sum dáma og deila hetta uppslag eru við í kappingini um eitt gávukort á 500,- frá Inn á Eiði. Drigið verður fríggjadagin 17. August.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo