Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

- Tjóðveldi hevði fyri nógvum árum síðani í síni valskrá, at ein ferðavinnuskúli skuldi stovnast í Vágum, og nú er tíðin komin, at henda verkætlanin eigur at gerast veruleiki. At skúlin verður bygdur í Vágum er upplagt.

Tað skrivaði eitt av valevnunum hjá Tjóðveldi til seinasta løgtingsval.

Og valevnið grundgav eisini væl fyri síni hugsjón um ein slíkan skúla og hví hann átti at verða í Vágum:

- Flogvøllurin er okkara høvuðsdyr fyri inn- og útgangandi ferðafólkastreymin.

- Vágar eru eisini sjálvar eitt stórt ferðamál fyri ferðafólk, eins og hon er portrið til okkara størstu ferðafólkaattraksjón: Mykines.

- At gera henda skúlan nú sampakkar eisini væl við orðaða málið hjá Tjóðveldi viðvíkjandi ferðavinnuni í komandi valskeiði, nevniliga at vit “við hegnisligari samskipan seta uppaftur størri ferð á menningina av ferðavinnuni.”

- Og visjónin er, at “ferðavinnan skal gerast ein týðandi vinna fyri landsbúskapin og skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.”

- Skulu málini røkkast er alneyðugt, at vit hava fólkið við bestu førleikunum á økinum, og tí má ein ferðavinnuskúli í Vágum setast á stovn nú.

Men sum longu kunngjørt, so verður eingin ferðavinnuskúli í Vágum, men ístaðin í Vestmanna. Tað verður Fiskivinnuskúlin í Vestmanna sum skal hava hesa útbúgving.

Les samrøðu við stjóran - trýst her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo