Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Miðnámsrit 19 er komið út.

Krúnukrímið Covid-19 gjørdi, at øll undirvísing bleiv løgd um til fjarundirvísing í mars 2020. Hvussu hevur henda undirvísing roynst? Og fer hon at ávirka siðbundna undirvísing í framtíðini?

Hví meta vit um og eftirmeta, hvat næmingar læra? Svarið til henda spurning ger okkum betur fyri at gera av, hvussu vit meta, hvat vit meta, nær vit meta, og hvør skal meta. Hugskot um meting í læring var upplegg til kjak ein námsfrøðiligan dag í februar 2020. ​

Málteigurin í Útvarpinum er væl egnaður sum undirvísingartilfar í føroyskum. Miðnámsrit hevur nøkur uppskot um, hvussu tað kann verða gjørt. ​

Eitt ummæli um bókina Svik, ið er ein dokumentarskaldsøga um skattamálið hjá Eik Banka. Bókin er viðkomandi sum undirvísingartilfar á miðnámi. ​

Felagið Kyn stendur fyri seksualundirvísing á miðnámi í viku 6 á hvørjum ári. Meir enn helvtin av næmingum á miðnámi heldur, at tørvur er á hesari undirvísing. ​

Miðnám á Kambsdali er við í forvitnisligum samstarvi við miðnámsskúlar í Danmark, Grønlandi og Íslandi, har næmingar úr 4 londum ganga í sama flokki í fýra londum. ​

Les Miðnámsrit 19 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo