Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í samandi við at 40 ár eru liðin, síðan Ráðið fyri Ferðslutrygd varð stovnað, hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið framsýning við týdningarmesta virkseminum hesi árini. Framsýningin verður á Torginum alla vikuna 15.-20. februar.

Vitjandi hava høvi at fáa orð á Ferðslutrygd og uppliva ymiskt kl. 15.30-17.30 yrkadagar og kl. 14-16 leygardagin:

- Við Hvølvusi kunnu fólk royna megina í trygdarbeltinum, tá ein bilur melur runt. Eisini kann  lærast, hvussu ein kemur trygt úr bili, sum endar á takinum. Aldursmark: 15 ár.

- Við rúsdrekkabrillum kann roynast, um tey klára at ganga beint eftir linju í gólvinum.

- Í spurnakappingini um trygd í ferðsluni verður kastað lut um vinning við kurv við lystimeti.

- RFF vísir, hvussu súkkluhjálmur verður bundin rætt.

- Eisini er høvi at kjakast við Ferðslutrygd um leyst og fast um ferðslutrygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo