Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttarfelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna seta ferð á Føroyar.

Komið og rennið sunnudagin 7. juni kl. 13, tá ið tiltakið Føroyar Renna er á skránni.

Renn ella gakk 5 km, 10 km, hálvt marathon ella okkurt heilt annað sama hvar í Føroyum, tú ert. Vit renna saman hvør sær.

Føroya einasta marathon – og ársins renniveitsla – sum seinastu 18 árini hevur verið í Havn, er avlýst, men vit vilja so fegin, at øll skulu fáa eina renni/gangi uppliving hóast tað. Nógv hava vant miðvíst og nú sleppa tit at royna tykkum. Hevur tú ikki vant, ert tú sjálvandi eisini vælkomin við tá Føroyar renna.

Meldið til inni á renn.fo, undir tilmelding. Tað er ókeypis at luttaka, men tá tú meldar til hevur tú møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum.

Tú rennur teinin, tú hevur valt og skrásetir tíðina inni á renn.fo. So kemur tú á úrslitalistan og fært heiðursmerki.

Minnist til at halda heilsutilmælini frá mynduleikunum.

Vit gleða okkum til Føroyar Renna sunnudagin kl. 13.00.

Fylg okkum á Facebooksíðuni Føroyar renna og fá tíðindi um tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo