Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri tingið í dag um, at áðrenn ella við komu til Føroya skulu ferðandi, sum eru 12 ár ella eldri, rinda eitt avgjald á 312 krónur.

- Við uppskotinum verður álagt eitt avgjald á kr. 312,00 fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2020 til og við 31. desember 2020. Uppskotið er grundað á øktu útreiðslurnar til COVID-19-kanningar, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Undir viðgerðini av málinum hevur Fíggjarmálaráðið havt fund við umboð fyri flutningsfyritøkurnar, eins og Fíggjarmálaráðið hevur samskift við TAKS um málið. Fíggjarmálaráðið hevur fingið hoyringsvar frá Atlantic Airways og SAS.

Atlantic Airways leggur í hoyringssvari sínum upp til ávísar broytingar. Fíggjarmálaráðið hevur tikið broytingaruppskotini til sín og hevur broytt uppskotið samsvarandi.

Atlantic Airways væntar, at uppskotið kann hava við sær, at ferðafólkatalið til Føroya fer at minka.

SAS vísir í hoyringssvari sínum á, at felagið at rokna frá 1. oktober 2020 fyribils hevur valt ikki at flúgva til og úr Føroyum. Fíggjarmálaráðið harmast um avgerðina, men tekur avgerðina hjá felagnum til eftirtektar, verður sagt í uppskotinum.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo