Ferðamannaskipið Grace sum Viking Line eigur fór seinnapartin á land við Áland. Ongin av teimum 429 fólkunum, sum eru umborð, fingu skaða av hendingini.
Grace var á veg úr Stokhólmi til Turku við Mariehamn tá óhappið hendi.
- Skipið lekur ikki, og tað verður mett at vera best fyri allar partar at ferðafólkini gista umborð í nátt og so fara av skipinum í morgin, sigur eitt pressutalsfólk hjá Viking Line.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo