Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Nólsoyggin hevur í nógv ár verið eitt væl dámt ferðamál hjá bæði útlendingum og føroyingum.

Og nú er so ein ferðavinnuætlan fyri Nólsoynna fest á blað. Fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna varð løgd fram í Royndarhúsinum í Nólsoy í gjárkvøldið. Í ætlanini eru 25 átøk, sum ítøkiliga vísa á gongdar leiðir fyri einari spennandi og upplivingarríkari ferðavinnu í oynni.

Nólsoyingar taka væl ímóti, at ein ferðavinnuætlan nú kemur fyri oynna. Á fundinum vístu nólsoyingar á, at skelting og hentleikar í bygdini hava stóran týdning fyri ferðavinnuna, og tað hevur eitt støðugt ferðasamband í oynna eisini.

Ferðavinnuætlanin hevur til endamáls at skipa eina skynsama og burðardygga ferðavinnu. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit at náttúru og umhvørvi, sum tekur atlit at fornminnum, búskapi og teimum, sum búgva í oynni.

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í vinnunevndini, setti kvøldið.

- Góðar upplivingar eru sjálvt grundarlagið undir, at ferðavinnan gerst eitt týðandi og neyðugt triðja bein í føroyska búskapinum. Júst her eiga tit í Nólsoy eisini tykkara sjálvsagda lut.

- Í nýggja politikkinum fara vit millum annað at leggja okkum eftir vinnuferðavinnuni. Hetta kann víðka árstíðina fyri ferðavinnu í Føroyum, og júst hetta er ein av spennandi avbjóðingunum fyri framman.

- Tórshavnar kommuna og vinnan hava felags áralag, og tí stuðla vit eisini ráðstevnum og størri í tiltøkum í høvuðsstaðnum, sum verða hildin uttan fyri háárstíðina. Vónandi kunnu slíkar ráðstevnur eisini fáa fólk at sigla út í Nólsoynna at uppliva serstøku mentanina og tykkara hitandi gestablídni.

- Eg eri sannførd um, at tá ið korona er fari aftur um bak, fer ferðavinnan at tryggja okkum ein støðugari búskap. Ferðavinnan skapar millum annað nógv nýggj spennandi størv, segði Kristianna Winther Poulsen, tá ið hon setti kvøldið.

Gunnvá Zachariassen hevur skrivað ferðavinnuætlanina fyri Nólsoy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo