40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

“Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar – Føroyar eiga Kallin. Vist Faroe Islands, Kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um heimasíðuna ferðist.fo, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar. Mynd: Kirstin Vang

At rógva kajakk á Sandsvatni er fastur partur av pakkanum “Easy Peasy á Sandi”. Túrurin er á finna nýggju heimasíðuni ferðist.fo. Mynd: Kirstin Vang

List og hugni í Havn er ein av mongu túrunum. Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni ferðist.fo og á facebook og instagram síðunum við heitinum “Ferðist í egnum landi”. Mynd: Kirstin Vang

Fyrstu túrarnir verða gjørdir í juni og sum frá líður verða fleiri upplivingar lagdar afturat vøruskránni. Hesi børnini eru og vitja á savninum á Mýri í Hovi, sum er partur av túri í Ergidal. Mynd: Kirstin Vang

Vist Faroe Islands, kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um nýtt átak, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar. Endamálið er at varpa ljós á mongu frálíku vørurnar og tænasturnar, ið eru mentar hesi seinastu árini, og at fáa føroyingar at ferðast í Føroyum og harvið stuðla lokalu vinnuni.

“Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar – Føroyar eiga Kallin. Ein sjáldsama vakur túrur og ein sólarklárur møguleiki hjá familjum og vinarbólkum.” Soleiðis ljóðar brot úr lýsing á nýggju heimasíðuni ferðist.fo.

Heimasíðan, ið verður sýnisgluggi fyri upplivingar og tænastur kring alt landið, vendir sær ímóti familjum, bólkum og einstaklingum. Á heimasíðuni ber til at finna sær íblástur til upplivingar í Føroyum, eins og tað er møguligt at keypa útvaldar upplivingar.

Fyriskipararnir vísa á, at Korona kreppan rakti júst sum føroyska ferðavinnan gjørdi seg til reiðar at taka ímóti met nógvum útlendskum ferðandi. Hetta er ein smeitur fyri ferðavinnuna, sum partarnir vilja gera sítt til at bøta um.

“Vit hava varhugan av, at føroyingar ikki eru tilvitaðir um allar teir møguleikar ferðavinnan hevur skapt hesi seinastu árini kring alt landið. Tað vilja vit fegin broyta við at varpa ljós á upplivingar, veitarar og nýggj støð í Føroyum og ikki minst, at geva føroyingum møguleikan at keypa upplivingar í Føroyum. Vit vóna, at átakið soleiðis kann menna ein størri føroyskan heimamarknað, ikki bara nú Korona herjar, men eisini framyvir, so ferðavinnan fær eitt sterkari handilsligt grundarlag at virka á framyvir.” sigur Jóhan Pauli Helgason.

Ferðist í egnum landi bjóðar m.a. upplivingar við forvitnisligu heitunum “Nýtt uppá Stokkarnar”, “List og Hugni í Havn”, “Vatnið og Fiskastykkið”, “Til barnaskips á Tvøráfirði” og “Easy Peasy á Sandi”. Fyrstu túrarnir verða gjørdir í juni, og sum frá líður verða fleiri upplivingar lagdar afturat vøruskránni.

Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni ferðist.fo og á facebook og instagram síðunum við heitinum “Ferðist í egnum landi”.

At rógva kajakk á Sandsvatni er fastur partur av pakkanum “Easy Peasy á Sandi”. Túrurin er á finna nýggju heimasíðuni ferðist.fo. Mynd: Kirstin Vang

List og hugni í Havn er ein av mongu túrunum. Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni ferðist.fo og á facebook og instagram síðunum við heitinum “Ferðist í egnum landi”. Mynd: Kirstin Vang

Fyrstu túrarnir verða gjørdir í juni og sum frá líður verða fleiri upplivingar lagdar afturat vøruskránni. Hesi børnini eru og vitja á savninum á Mýri í Hovi, sum er partur av túri í Ergidal. Mynd: Kirstin Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo