Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Foreldraráðið fyri Eysturskúlan, og foreldur at næmingum á Eysturskúlanum, vendu sær herfyri til Tórshavnar Kommunu, tí tey mettu ikki ferðslutrygdina á staðnum nóg góða.      

Heitt var á kommununa um at finna eina haldgóða loysn, so ferðslutrygdin kundi betrast. Somuleiðis hava íbúgvar í grannalagnum heitt á kommununa, um fáa betri skil á parkeringina við vøllin.

Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu hevur gjørt eitt endaligt uppskot og kostnaðarmeting av at ferðslutryggja vegirnar við Eysturskúlan. Uppskotið hjá Kommununi fevnir eisini um at fáa til vega 9 p-pláss afturat til Eysturvøll, so parkeringsviðurskiftini í økinum kunnu skipast betri.

Fíggjartørvurin er mettur til 1,8 mill.kr. Og arbeiðið er klárt at bjóða út.

Málið bleiv endaliga viðtikið á býráðsfundinum í gjárkvøldi, 30.sept.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo