Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv tung ferðsla er við Vágs skúla bæði tá ið næmingar koma og fara úr skúlanum og ikki at gloyma tungu ferðsluna frá havnarlagnum.

Somuleiðis er tað sera vanðamiki tá ið bussar stegða har. Og børnini eru tí oftani í vanða. 

Hettar vildi núverandi samgonga gera nakað við og fyrst var gjørt parkerigspláss omanfyri kommuskrivstovuna. Og harvið eisini meira skipað ferðsluviðurskifti á Toftavegi.

Í dag var byrjað uppá at grava út fyri busslumma og parkeriksplássi niðanfyri kommunuskrivstovuna. Hettar eru sera gleðilig tíðindir, sum Vágs kommuna nú setir í gongd.

Okur hava í Teknisku nevnd arbeitt við ymiskum loysnum, við Vágs skúla, tí har er nógv tung ferðsla eitt nú frá Bakkafrost og er tað ikki heilt vandamikið fyri skúlabørnini. 

Nú er hol eisini sett á henda partin. Harvið verður trygdin eisini sett enn meira í hásæti viðvíkjandi skúlabørnunum.

Levi Mørk, 
býráðslimur og næstformaður í Tekniskunevnd

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo