Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann tiltikni og inkvisitoriski kritikarin av øllum politiskum tiltøkum og ráðum móti Coronu í Danmark, tað ovurforvitna slatrivættið, hr. Quortrup er í gjár blivin tvangsinnlagdur við sjúkuni í Thailandi.

Hann er annars ein tann mest sarkastiski mótstøðingur av statsministaranum, Mettu F. og heldur, at vit hava tað alt for "strævið" við restriktiónum her í Danmark.

Hesi jólini blívur hann noyddur til at vera í eini trongari hospitalssong saman við eini danskari frillu, og tey gremja seg øgiliga ønskriliga um isolatiónina.

Er lagnan ikki ironisk?

Quortrup er so flongdur av thailendskum politimonnum, at hann er beinleiðis blivin jólaskekil.

Nú fær hann nakað heilt annað og hvast realistiskt at síggja, enn ein relativt avslappaðan Coronu-danskan gerandisdag.

Hann er, sum flest vita, aðalblaðstjóri á tí herostratiska "Ekstrablaðnum"

Hann kann undan dýnuni royna at skriva eina "live-søgu" frá tí beskedna náttborðinum í Thailandi um, hvussu "stórhugnaligt" man hevur tað á jólum í Fjareystri.

Hann sleppur valla at stilla sínar tvøru og fjákutu spurningar til lokalar thailendskar politikarar.

Í Thailandi er man slett ikki so tolin við kværulantisk journalistisk tvørbøll.

Tey fúlu glepsini móti Mettu F. verða jólatrøll í ár, tí hann nú bara rópar neyðarróp um seg sjálvan, sítt forkelaða ego og sína lemjandi, fjøtrandi støðu sum orientalskur jólafangi.

Hann hevur annars fyrr hildið jól í einum donskum fongsli fyri ovurforvitna lyklarhols-lúring í kendum royalum kreðsum (voyeurismu).

Vit mugu ynskja tí professionella slætrivættinum og síni ólukkuligu frúgv hampuliga góða hátíð, hóast alt.

Tað fáast bæði piparnøtur, dunnur, reyðkál, jólagløgg og rís á la mande í Bangkok, men tað er avgjørt ikki bíligt at útvega til norðureuropeiskar feinschmeckarar.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo