Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undirritaði skal við hesum kæra tvær avgerðir hjá Sunda kommunu í máli teirra ið hevur raðtal 2018- 0410-316. og biða um at kæran fær steðgandi virknað.

Málið, ið nú hevur koyrt nokkso leingi, byrjaði við eini umsókn frá Barbaru Holm, tíðindakvinnu, til Sunda kommunu, dagfest 6. August 2018. um grundøki til at byggja umleið 25 summarhús á.

Málið er síðani viðgjørt á fleiri fundum hjá kommununi har umsóknin er partvís gingin á møti og kommunan hevur játtað at selja/útvega grundøki á 4.426 fermetrar til umsøkjaran.

Tað sum kært verður, og sum tíðiliga framgongur av skjølunum nr. 28, 29 og 30 í málinum er, at kommunan velir at selja lendið undirhonds til umsøkjara, uttan at lata tað koma til alment útboð.

Kommunan hevur verið vitandi um galdandi reglur og hevur fingið løgfrøðiliga meting uttanífrá, ið eisini vísir á, at kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn krevur, at lendi yvir 300 fermetrar eiga at verða boðin út alment.

Hettar metir undirritaði verða eina ólógliga avgerð og krevji at avgerðin eigur at verða ógilda og at málið eigur at ganga umaftur.

Seinna kærupunktið er í mun til umhvørvisatlit.

Í Saksun er eingin kommunal spillvatnsskipan. Allar kloakkir í bygdini renna beinleiðis út í løkir, áír og gil ymsastaðni í bygdini, hóast ásetingarnar í kunnger nr. 111 frá 7. Septembur 2009 greitt áseta, at hettar skuldi verið beint út á streymasjógv í seinasta lagið í 2015.

Enn er framvegis eingin spillvatnsætlan gjørd fyri Saksun og Sunda kommuna hevur enn ongar ítøkiligar ætlanir um at gera nakra kloak í Saksun.

At man hóast hettar ætlar at útbyggja við 10 nýggjum húsum, hvørs kloak einans kann verða latin út í áirnar og Pollin í Saksun, meta vit vera brot á umhvørvisverndarreglur og tískil ólógligt og vilja vit heita á UVMR um at steðga hesum umhvørvisbrotsverki og krevja Sunda kommunu at gera Kloakkirnar fyrst, síðani kunnu tey taka støðu til byggiverkætlanir.

Jóhan Jógvansson, festari

Nakað av samskiftinum í málinum - trýst her

Les eisini:

Bóndi í Saksun kærir ætlan um at byggja summarhús í bygdini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo