Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ársins festivalveiða er eitt tiltak Betri skipar fyri. Tiltakið er fyri  tey, sum er millum 18 og 28 ár, har tey luttakandi kunnu vinna atgongumerkir til Voxbotn, G! og Country Festivalin. Harumframt verður lutakast um 2 Sveiggj Ferðaseðlar frá Atlantic Airways.

Festivalveiðan verður í Vágum hóskvøldið tann 11. mai og byrjar kl. 18.30.

Soleiðis luttekur tú
Tiltakið er skipað sum ein veiða í Vágum.

Ert tú millum 18 og 28 ár, kanst tú melda teg til Festivalveiðuna á heimasíðuni hjá Betri Banka:   www.betri.fo/ung/god-rad/kappingar

Tað verða goymdir 3 ryggsekkir, ein í Sandavági, ein í Miðvági og ein í Sørvági, sum tú skalt finna.

Luttakarnir verða  hjálptir á leiðini við at móttaka  ymisk sms-spor. Tann, ið fyrst kemur fram á ein ryggsekk, tekur hann, og hevur hann við í Nest í Miðvági kl. 20.00

Sms-spor
Luttakarnir fáa fyrsta sms-sporið kl. 18.30. Tá fyrsta SMS sporið er móttikið, má luttakarin gera av, um tey fara at veiða í Sandavági, Miðvági ella Sørvági. Síðani fáa tey sum luttaka leypandi sms-spor, sum geva ábendingar í veiðuni. So hvørt sum onkur finnur ryggsekkirnar, verður  sms boð sent um hetta, soleiðis at leita ikki verður til fánýtis.

Nest kl. 20.00
Øll, sum luttaka í Festivalveiðuni, samlast kl. 20.00 í Nest í Miðvági til okkurt gott til góman og lutakast.

Ungdómsráðgevi hjá Betri Banka  í Vágum fer at luta festival atgongumerkini millum tey, ið hava funnið teir 3 ryggsekkirnar. Tað vil siga, at ein persónur fær 2 atgongumerkir til Voxbotn, ein fær 2 atgongumerkir til G! og ein fær 2 atgongumerkir til Country Festivalin.

Harumframt verður eyka luttakast millum øll sum eru til staðar um 2 Sveiggj Ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Trekt verður millum tey fartelefonnummur, sum eru meldað til Festivalveiðuna. Er vinnarin ikki tilstaðar, verður nýtt nummar trekt.

Melda til
Ert tú millum 18 og 28 ár, kanst tú melda teg til Festivalveiðuna á heimasíðuni hjá Betri Banka:   www.betri.fo/ung/god-rad/kappingar/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo