Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur sett Fíu Lindenskov í starvið sum integratiónssamskipari. Farnu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við integratión á ymsum mótum. Kommunan vil virka fyri, at tilflytarar skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum.

Partur av uppgávuni hjá integratiónssamskiparanum verður saman við politisku skipanini at seta kós og standa fyri integratiónsátøkum, sum venda sær til einstaka tilflytaran og tilflytarar sum heild, og til kommunalu virkisøkini við tí máli, at menna góða integratión.

Fía Lindenskov er kandidatur í fólkaheilsufrøði og hevur harumframt akademiútbúgving sum verkætlanarleiðari. Hon hevur farnu árini starvast sum kveikjari í ALS, har hon serliga hevur fingist við kunning, ráðgeving og menningartilgongdir eins og at hon hevur royndir at samskipa og samstarva við ymsar partar innan integratión.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo