Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um BankNordik

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu stórt vinningsbýti hevur landskassin fingið úr BankNordik samanlagt síðan 2010?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik, og um so er, nær?

Svar:
Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur ein triðing av P/F BankNordik. Í tráð við ríkislóg nr. 462/1996 um Fíggingargrunnin og sambært viðtøkunum fyri grunnin kann nevndin í Fíggingargrunninum gera av at luta pening út til landið.

Fyri árini 2010-2020 hevur Fíggingargrunnurin lutað landskassanum hesar upphæddir:

##med2##

Í 2017 varð serligt vinningsbýti latið eigarunum av P/F BankNordik, tá ið bankin hevði selt Vørð í Íslandi og hevði tikið vinnukundavirksemið í Danmark av. Fíggingargrunnurin lutaði upphæddina víðari til landið. Sambært samgonguskjalinum undir vinnumálum er avtalað, at “landsins ognarlutur í vinnufyritøkum verður endurskoðaður”.

Í røðu løgmans á ólavsøku 2020 er greitt frá, at vit mugu “hyggja at rakstri og bygnaði hjá landinum. Tað er t.d. ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg. Tí er tað í nøkrum førum skilabest at einskilja fyritøkur – og í øðrum førum tryggja, at kappingin millum almennu partafeløgini og privatar fyritøkur verður jøvn”.

Tá ið samgongan tók við, vórðu flestu av partafeløgunum hjá landinum løgd undir Fíggjarmálaráðið. Harumframt eru nakrir grunnar, t.d. Fíggingargrunnurin.

Umframt endamálið at hava skilnað millum uppgávurnar, ið landið hevur sum ávikavist eigari og sum fyrisitari av lóggávu og eftirliti, ynskir landsstýrið at endurskoða, í hvønn mun landið skal vera eigari ella luttakari í vinnufyritøkum.

Skulu fyritøkur hjá landinum einskiljast, má tað gerast við skili. Ein søla má tryggja besta prísin, og tað má eisini havast í huga, hvør skal keypa fyritøkurnar frá landinum.

Somuleiðis má landið taka atlit at marknaðinum, sum fyritøkan virkar í – er talan um virknan marknað, er monopol o.s.fr. Í tráð við ætlanina hjá landsstýrinum at endurskoða ráð og nevndir landsins verður arbeitt við at taka Fíggingargrunnin av, soleiðis at landið verður beinleiðis eigari av ognarlutinum í P/F BankNordik.

Landsstýrið hevur ikki endaliga viðgjørt og tikið støðu til spurningin, um ognarluturin í bankanum síðani skal seljast.

Í tí sambandi er neyðugt at lýsa fleiri tættir, fyrst og fremst hvønn týdning tað hevur, um landið eigur í bankanum, og síðani at greina, hvussu útlitini eru fyri at fáa rætta prísin, hvussu sølan skal fara fram o.s.fr.

Tinganes, 18. september 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo