Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna ger komandi árið íløgur í trivnað og tryggleika. Kommunan er væl fyri fíggjarliga og svarar hvørjum sítt hóast korona hevur ávirkað útreiðslurnar og væntandi fer at gera tað komandi árið eisini.

Tá ið vit løgdu fram fíggjarætlanina fyri 2020 var lyftið, at vit fóru at styrkja og menna kommunalu kjarnutænasturnar. Vøkstur hevur eyðkent kommununa seinastu árini. Fólkavøksturin stendur við, og ongantíð hava fleiri búð í Tórshavnar kommunu enn beint nú. Hóast hetta hevur givið hægri inntøkur, leggur hetta eisini størri trýst á tænasturnar og útbyggingartørvin.

Nógvar avbjóðandi og spennandi uppgávur eru fyri framman, sum skulu tryggja eitt virkið og vakið stað við trivnaði og vøkstri. Mongu góðu tilboðini til borgarar halda fram - umframt at nýggjar tænastur eru ávegis til fólk í øllum aldri. Vit leggja serligan dent á trý øki. Okkara gomlu, ítróttina og børnini.

Peningur er bæði settur av til fleiri bráðneyðugar íløgur umframt til aðrar neyðugar íløgur.

Fíggjarætlanin er løgd út frá tí fortreyt, at skattaprosentið verður hitt sama komandi árið, og at barnafrádrátturin framvegis er millum teir hægstu í landinum. Hetta skapar tær bestu fortreytirnar fyri vøkstri og trivnaði.

Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 1.088 mió.kr bornar saman við 1.064 mió.kr fyri 2020. Vøksturin er 2,2 prosent.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar at verða 876 mió.kr., ið er ein vøkstur á 5,8 prosent. Her er lagt upp fyri einum lønarvøkstri á 2,4%. Vøksturin fer serliga til eldraøkið, dagstovnaøkið og viðlíkahald.

Tað er serliga nýggj tilboð á eldraøkinum, sum vaksa um rakstrarútreiðslurnar. Eldraøkið stendur fyri 2%-stigum av hækkingini í rakstrarútreiðslunum á 5,8%. Taka vit rakstrarútreiðslurnar til eldraøkið burturúr, veksur raksturin 3,8 prosent, og tá er lønarvøkstur íroknaður.

Í 2021 eru settar av 156 mió.kr til íløgur, tá er Tórshavnar havn ikki íroknað.

Partafelagsskatturin er mettur at verða 28 mió.kr.

Kommunan er væl fyri, og hon er at kalla skuldarfrí – sæð burturfrá Tórshavnar havn. Um somu leið hava vit gjørt íløgur fyri 1 mia. kr uttan at taka lán.

Skattaprosentið er framhaldandi 19,00%, og barnafrádrátturin í skattinum framvegis 8.000 kr.

Eldraøkið verður lyft
Góða gongdin á eldraøkinum heldur fram, og tænasturnar til okkara eldru verða lyftar enn meira.

Greiða málið er at leggja dent á fyribyrgingina. Vit vilja, at okkara eldru gerast so birg, at tey kunnu verða heima longri.

Í komandi ári letur Umlættingardepilin upp við 27 nýggjum plássum. Her fara 250 eldri borgarar at fáa endurmenning og fáa mistar førleikar aftur. Við hesi ætlanini styrkja vit tilboðini til tey heimabúgvandi og teirra avvarðandi. Tað sæst aftur í rakstrinum.

Rakstrarútreiðslurnar til eldraøkið eru 20 mió.kr hægri. Hetta er at uppraðfesta tænasturnar til eldri munandi.

Tænasturnar til fólk, har minnið er farið at bila, verða savnaðar á Demensdeplinum á Tjarnargarði. Nýggi depilin sameinir dagtilhald, kvøldtilhald og tænastur til tey avvarðandi.

Nýtt ellis- og røktarheim verður staðsett og lagt til rættis. Vit hugsa nýtt, tí 16 røktaríbúðir verða knýttar at heiminum. Hetta er slóðbrótandi og eitt stórt framstig fyri okkara gomlu. Íbúðirnar verða eisini innrættaðar soleiðis, at makin kann flyta við inn. Settar eru 4 mió.kr av til nýtt ellis- og røktarheim í Hoyvík.

Eldradepilin í Kollafirði verður eisini settur í gongd við innleiðandi fyrireikingum og staðseting. Settar eru 2 mió.kr av til endamálið.

Kommunulæknatrotið er loyst. Fyri fýra árum síðani høvdu 3800 borgarar ikki fastan læknan. Nú eru eini viðtaluhøli í Hoyvík, og fleiri læknar eru settir í fast starv. Fólkavøksturin krevur nýggj læknaviðtaluhøli og eina barnatannlæknastovu í Vesturbýnum. 1 mió.kr er sett av til byggiskrá og innleiðandi fyrireikingar.

Ítrótturin og mentanin fáa meira
Í Tórshavnar kommunu er trivnaðurin í hásæti. Ítrótturin er ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum støðugt at menna trivnaðin í kommununi. Umstøðurnar til okkara ítróttarfólk og mentafólk eru og verða betraðar nógv.

Tórsvøllur verður liðugur í komandi ári. Kommunan rindar helmingin av hesari íløguni. Tá ið arbeiðið er komið á mál, er Tórsvøllur ein fyrstafloks leikvøllur á altjóða stigi.

Tíðin er komin til ein langhyl í Tórshavnar kommunu til kappingar og vælveru. Langhylurin fer at lúka øll altjóða krøv. Umframt kappingarhyl við tíggju geilum, verða góðar umstøður til børn og eldri. Karmar verða eisini gjørdir til smábarnasvimjing, og í einum nýggjum hyli verða framúr umstøður til vatnfimleik bæði til ung og eldri. Settar eru 68,5 mió.kr av í 2021 til ein altjóða langhyl í Gundadali.

Okkara fimleikarar gera stór framstig, og nú verður ein lopgrøv gjørd í FIMI, so fimleikurin í kommununi kann menna seg enn meira í tryggum umstøðum.

Spaki verður settur í til eina nútímans skjótibreyt í Sandvíkum í næstum. Íalt eru 8 mió.kr settar av til skjótibreytina, so skjúttarnir fáa góðar og tryggar umstøður at skjóta til máls.

Umstøðurnar í Gundadali verða framhaldandi betraðar við ljósum og øðrum hentleikum. Graslíkið verður skift á niðara vølli, og síðani verður farið beint undir at skifta graslíkið á Argjum.

Hildið verður áfram at fyrireika golfvøll á Glyvursnesi. Í fyrstu atløgu verða 9 hol, og nú hevur kommunan lendi til eisini at víðka vøllin til 18 hol seinni. Við hesari íløguni fær golfítróttin heilt nýggjar møguleikar, og hetta stimbrar bæði fólkaheilsuna og letur upp fyri nýggjum vinnumøguleikum í einum serstøkum náttúrufríøki. Settar eru 4 mió.kr av til golf.

Umstøðurnar við Hoyvíksvøll verða betraðar beinanvegin við einum felagshúsi. Settar eru 2,5 mió.kr av til at gera byggiskrá og projektering.

Hoyvíkshøllin verður eisini uppstigað við einum venjingarhølum. Settar eru 500 túsund krónur av til at innrætta venjingarhøli í Hoyvíkshøllini.

Stórhøllin er eisini á veg, og 1 mió.kr er sett av til Stórhøllina í Hoyvík, sum verður staðsett í nýggja býarpartinum Stórutjørn.

Havnar Bjargingarfelag fær 500 tkr til at gera nýggja bjargingarbátin í stand.

Játtanin til okkara symfoniorkestur verður tvífaldað. Føroya symfoniorkestur fær 250 tkr aftrat.

Umsorgan fyri børnunum
Eftir bara fýra árum eru 14% fleiri vøggu- og barnagarðsbørn í Tórshavnar kommunu. Hetta er gleðiligt og prógvar, at barnafamiljurnar trívast. Seinastu árini hava vit útvegað 230 nýggj dagstovnapláss.

Dagstovnurin Vesturi á Flat letur upp í næstum. Hetta hevur eisini nakrar rakstrarútreiðslur við sær, sum nøkta tørvin á dagstovnaplássum.

Vit játta 9 mió.kr meira til starvsfólk á dagstovnaøkinum. Av hesum fara 4,5 mió.kr til at fáa fleiri starvsfólk á stovurnar. Aðrar 4 mió.kr fara til serstovur, sum skal geva børnunum við serligum avbjóðingum ein betri og tryggari gerandisdag á dagstovnunum.

Eitt betri og tryggari vegakervi
Úti í Marknagili er størsta ferðslutrýstið í landinum loyst. Glasir er har, Skúlin á Fløtum verður nú tikin í nýtslu og Musikkskúlin er bygdur. Nýhugsandi ferðsluloysnin ger, at vit eru til reiðar at taka ímóti enn meira ferðslu til størsta og fremsta skúlaøki í landinum.

Eysturoyartunnilin letur upp beint eftir ársskiftið. Nýggjur innkomuvegur er saman við øðrum vegum raðfestur við 12,5 mió.

Lendisgøturnar í kommununi eru ein sólskinssøga. Alsamt fleiri fólk ganga túr eftir grønu gøtunum, og tí verða 3 mió.kr setta av til enn fleiri lendisgøtur – til frama fyri trivnaðin og fólkaheilsuna.

Nýggj grøn orkuátøk verða eisini sett í verk fyri 4 mió.kr. Eitt nú verða gøtuljósini skift út við LED, og kommunalir bygningar skulu brúka grønar orkukeldur.

Síðsta hond verður løgd á heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt. Settar eru 4 mió.kr av til fríøki og parkering við Karlamagnusarbreyt.

Aðrar 4 mió.kr eru settar av til at gera fleiri parkeringspláss í býnum.

Vágsbotnur verður fríðkaður. Settar eru av 7 mió.kr til at skipa miðbýin sambært heildarætlanini.

Hildið verður fram at seta kloakkirnar í býnum í stand. Komandi árið verða 6 mió.kr settar av til at umvæla kloakkir.

Meira enn 300 fólk bíða eftir bátaplássi í Tórshavnar kommunu. Bíðilistin er langur, men nú verða ikki færri enn 280 nýggj bátapláss gjørd í Álakeri. Settar eru av 15 mió.kr til mongu nýggju bátaplássini í Álakeri.

Arbeiðið við Eystaru bryggju er nú væl ígongd aftur. Fyrsta skipið, sum fer at leggja at nýggju bryggjuni, kemur á Havnina leygardagin. Hetta eru nýggjar tíðir fyri sjóvegis flutningsvinnuna í Føroyum.

Trivnaður og tryggleiki
Stórar íløgur liggja fyri stavn: Nýtt røktarheim, innkomuvegur, smábátahavn og langhylur.

Men samstundis rekur kommunan ein varnan fíggjarpolitikk, soleiðis at framtíðar ættarlið trygt kunnu virka og liva í Tórshavnar kommunu.

Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna og vakna kommunu. Tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum.

At enda fari eg at takka øllum borgarum í Tórshavnar kommunu fyri tað megnar arbeiði, tit gera. Vit skulu altíð minnast til, at tað eru tykkara skattainntøkur, sum gera, at vit í býráðnum kunnu byggja býin út og bjóða tykkum tænastur og góðar upplivingar. Tað er tykkum fyri at takka, at vit kunnu skapa trivnað og framburð.

Hetta er sanniliga eisini galdandi fyri øll starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu, sum hava gjørt eitt ófatiliga gott arbeiði undir sera avbjóðandi umstøðum, nú korona herjar.

Saman hava vit megnað at skapt trivnað og tryggleika, og tað fara vit framhaldandi at gera.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo