Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið í auluni í Miðnámi á Kambsdali fíggjarætlanina fyri 2022, sum javnvigar við 142,3 mió. kr., og er fíggjað við 98,2 mió. kr. í skatta- og avgjaldsinntøkum, 40,4 mió. kr. í rakstrarinntøkum og 3,7 mió. kr. í innistandandi peningi.

Inntøkurnar av A og B skatti eru mettar til 68,8 mió. kr., ið er 2,2 mió. kr. lægri enn nettorakstrarútreiðslan á 71 mió. kr.

Miðalvøksturin í rakstrinum er umleið 5,5% í mun til fíggjarætlanina í fjør.

Partafelagsskatturin er mettur til 12 mió. kr., ið er 2 mió. kr. lægri enn mett varð í 2021.

Inntøkurnar frá landinum í mun til kapitaleftirlønir, DIS og FAS, verða mettar til 17.3 mió. kr., sum er gott og væl 1. mio. kr. hægri enn í fjør.

Rakstrarkostnaðurin av eldrasamstarvinum Nánd verður mettur til kr. 22,7 mió. kr., ið eru knappar 2. mió. kr. hægri enn mett varð í fjør.

Nettoíløgurnar verða mettar til kr. 24,3 mió. kr., har eitt nú keyp av lendi og fyrireiking av íbúðarbygging, umframt hølið til nýggja læknamiðstøð, um- og útbygging av 64-skúlanum til framhaldsdeild, ungdómstilboð, luttøka í Talgildu Føroyum og útbygging á havnalagnum hava høga raðfesting.

Ætlanin er ikki at økja um skuldina við at taka upp lán, men at klára rakstur og íløgur uttan lántøku í mun til fyriliggjandi inntøkumetingar.

Avdráttir av lánum verða komandi ár lækkaðar nakað; til 4,3 mió. kr. í mun til 5. mió. kr. í 2021.

Skattaprosentið verður 21,25 og barnafrádrátturin 7,500 kr. fyri hvørt barni.

Fuglafjarðar kommuna fer nú – innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember - sambært § 53, stk. 2, nr. 2 í kommunustýrislógini, at senda samtyktu fíggjarætlanina fyri 2022 til Fíggjarmálaráðið, sum er eftirlitsmyndugleiki í kommunalum fíggjarviðurskiftum. Um somu tíð verður fíggjarætlanin eisini tøk hjá almenninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo