Tá hin ótakksami og støðugt misnøgdi biður um ráð, skalt tú varða teg
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fuglafjarðar kommuna: Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið í Bønhúsinum á Hellunum fíggjarætlanina fyri 2021, sum javnvigar við 148.9 mió. kr. í mun til 185.6 mió. kr. undanfarna ár.

Miðalvøksturin í rakstrinum er umleið 5% í mun til fíggjarætlanina 2020.

Skattaprosentið lækkar 0,25, niður á 21,25 og barnafrádrátturin er 7.500 kr. fyri hvørt barni.

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til 96,7 mió. kr., harav eru inntøkurnar av A og B skatti 66,7 mió. kr., ið er umleið tað sama sum nettoraksturin.

Partafelagsskatturin er mettur til 14. mió. kr., og inntøkurnar frá landinum til eldraøkið eru mettar til 16. mió. kr.

Rakstrarkostnaðurin av eldraøkinum er fyri Fuglafjarðar kommunu hækkaður umleið 1,5 mió. kr. í mun til í fjør.

Avlopið í rakstrinum er sostatt 30 mió. kr.

Nettoíløgurnar eru mettar til umleið 37,4 mió. kr., har liðugtgerðin av barnaskúlanum, ítróttarhúsinum, Vesturstovu og fyrireiking av íbúðarbygging hevur høga raðfesting.

Harumframt er peningur settur av til at dagføra 64-skúlan við atliti at framhaldsdeildini; ein íløga, sum verður gjørd saman við Eysturkommunu í skúlasamstarvinum Framvit.

Fíggingin av rakstri og íløgum er av einum mettum skattagrundarlagi á 96,7 mió. kr. og av innistandandi á 15,8 mió. kr.

Ætlanin er ikki at økja um skuldina við at taka upp lán, men at klára rakstur og íløgur uttan lántøku í mun til fyriliggjandi inntøkumetingar.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo