Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

50 valevni bjóðað seg fram til at stýra Vága kommunu, hetta er næst flest í Føroyum, tað er bara Havnin sum hevur fleiri, so her er nokk at velja ímillum.

Tað er ymiskt sum verður tikið fram, her eru m. a. fólk sum bjóða sær til at gera eina rúgvu um tey vera vald inn í býráðið.

Sjálvandi er tað mesta av hesum neyðugt, og kann gerast, um pengar eru til tað. Men ongin letur upp fyri, um pengar eru til øll hesi lyftini, ella hvar pengarnir skulu koma frá.

Mínar royndir við øllum hesum, eftir at hava arbeitt við fíggjarviðurskiftum síðani eg var unglingi, er, at best er at man arbeiðir skynsamt og hóvliga við tí sum inn kemur, og ikki brúkar meira enn tað.

Stórar lánibyrðar er av tí ónda hjá eini kommunu, tí tá kann man ikki gera so nógvar nýggjar íløgur, sum ein kanska kundi ynskt sær, ei heldur taka eina óvæntaða útreiðslu, uttan at hon kemur sum ein hvøkkur, tí aftur tá má man økja um lánibyrðuna, fyri at kommunan skal klára at gjalda hvørjum sítt.

Vit hava í nógvu undanfarnu valskeiðunum arbeitt við langtíðar fíggjarætlanum, eisini áðrenn Vága kommuna varð veruleiki, og eru øll hesi “uppskotini”, sum vit nú síggja koma á skrift frá teimum ymisku valevnunum, í hesi langtíðarætlan.

Tað er bara hvussu man raðfestir hesi arbeiðir, og tað er jú upp til hvørt einstakt býráð at broyta, um man ynskir tað.

Eg fari ikki at veipa um meg við stórum lyftum, um líkt og ólíkt, men um eg skal taka nakað fram, so verður tað farvegurin hjá okkara børnum til skúlan.

Eg vil arbeiða fyri at fáa eina trygga farleið fyri okkara børn, so at tey kunnu koma til skúlarnar, uttan at vera noydd at ferðast í tí stóru ferðsluni, sum er gjøgnum okkara bygdir. Vit hava í fleiri valskeið bíðað eftir Landsverk, sum eigur landsvegin, sum er farleiðin til skúlan bæði úr Miðvági og Sandavági, men onki hendir.

Nú er nokk bíðað, kommunan má sjálv fara undir og gera tað trygt hjá børnunum, at ferðast til og frá skúlanum.

Hetta má gerast beinanvegin!

Eg havi fleiri ferðir í seinasta valskeiði víst á hvussu neyðugt tað er at hava nokk av grundstykkjum, og vil eg framvegis arbeiða fyri at kommunan altíð hevur nokk av grundstykkjum at bjóða teimum, sum vilja seta búgv í okkara kommunu.

Kommunurnar hava yvirtikið fleiri økir frá landinum seinastu árini, og allarhelst kemur meira, sum árini fara.

Tað er tí sjálvsagt alneyðugt, at kommunan veksur, tí fleiri eru um at bera byrðarnar, lættari verður at gera tað sum kravt verður av einari kommunu.

Sjálvandi vil eg eisini arbeiða jaligt fyri øllum, sum arbeitt verður við í kommununi, tá tað er til frama fyri okkara borgarar.

Fíggjarligt skynsemi er vegurin fram, so at vit kunnu gera tað til eina gleði, bæði fyri tey ungu, tey  tilkomnu, og eisini okkara gomlu, at vera ein partur av Vága kommunu.

Velja tit meg aftur í býráðið, skal mítt arbeiði ikki liggja eftir fyri at vit fáa:  Eina enn betri kommunu at búgva í.

Dánjal Thomsen, valevni Lista C

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo