Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru summir almennir stovnar, sum í einum service-samfelagi avgjørt eiga at hava opið fyri øllum brúkarum meginpartin av degnum, bæði fyri pensionistum, avbygdarfólki, skúlanæmingum, granskandi gestum og øðrum áhugaðum.

Men tað finst ein lands-stovnur í Havn, sum hevur ekstremt tronga og stutta vitjutíð.

Tað er tað løgna Skjalasavnið.

Har  er aloftast bara opið tríggjar tímar dagliga og slett ikki um kvøldið.

Soleiðis var slett ikki í mínum yngri døgum. Tá var fólk har allan dagin.

Tænastuvirksemið er altso blivið nógv  verri, enn tað var.

Tað er eitt  stórt afturstig fyri tað sonevnda vælferðarsamfelagið.

Vita politikarar og mentafólk av, at henda service er kutað niður til ein karikatur, sum ger, at tey fægstu sleppa á Savnið, og tey, sum hætta sær inn á gólvið, verða somikið skjótt tveitt á dyr, at tey  gerast heilt febrilsk ella stressaði, hvis tey skullu náa síni ørindi, sum ofta krevja kontemplativa tíð og fordjúpilsi.

Henda støðan er heilt grotesk, tí tað er aldrin løtuverk hjá fólki at kanna og leita eftir tilfari. Tann stutta tíðin røkkur hjá teimum fægstu.

Her má tað almenna syrgja fyri, at man fær størri manning, so tíðirnar, ið hvussu so er, kunnu vera frá fyrraparti til kl. 17, og minst tvey kvøld opið um vikuna fyri tey, sum ikki náa úr arbeiði.

Er eingin mentaður politikari, sum kann fylla hetta skammiliga holið í almennari service og taka henda fíggjarlítla táttin upp, tá ið vit annars hava ráð til undirsjóvarhol í milliardklassa?

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo