Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunurnar í Føroyum mótmæla avgerð Fíggjamálaráðsins um ikki at góðkenna sáttmálan, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið 3. juni 2020.

Avgerðin ger seg inn á kommunala sjálvræðið á ein slíkan hátt, at hon stríðir grundleggjandi ímóti Stýrisskipanarlógini (§56) og er beinleiðis brot á Kommunustýrislógini § 5 stk 5.

Kommunurnar heita tí á landsstýrismannin um at endurskoða avgerðina skjótast møguligt.

Í mun til kommunustýrisskipanina
Kommunalt sjálvræði er ein av grundarsteinunum undir fólkaræði okkara. Kommunala sjálvræðið er tí staðfest í § 56 í Stýrisskipanarlógini. Við sjálvræðinum hava kommunurnar millum annað frælsi at skipa viðurskifti síni innan lógarinnar karmar, og hetta er allan vegin meginreglan í kommunustýrislógini:

Ábyrgdarbýtið skal vera greitt – nógv greiðari enn áðrenn vit fingu Stýriskipanarlógina og “nýggju” Kommunustýrislógina frá ár 2000 – og meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin ikki skal góðkenna avgerðirnar hjá kommununum.

Sum undantak frá hesi meginregluni er tó ásett í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, at landsstýrismaðurin millum annað skal góðkenna lønarsáttmálar; men í viðmerkingunum er greitt frá, at hetta er fyri “....at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum.”

Góðkenningin skal sostatt til dømis ikki brúkast til at røkka onkrum politiskum endamáli hjá landinum, einasta løgliga atlitið við góðkenningini er at tryggja javna og samsvar millum lønarlagið hjá landi og kommunum.

Ásetingin sigur ikki, at lønirnar skulu vera tær somu, og heldur ikki at landsstýrismaðurin skal góðkenna hvønn smálut – so hevði jú eingin meining verið í, at kommunurnar samráðast fyri seg.

Fyrisitingarliga
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er eyðvitað politikari, men hann er samstundis evsti fyrisitingarligi myndugleiki innan síni lógarøki.

Tær avgerðirnar, sum landsstýrismaðurin tekur sambært lóg, eru altíð fyrisitingarligar avgerðir, og nett somu krøv eru til eina fyrisitingarliga avgerð (um at hon til dømis skal vera lóglig, saklig og grundgivin), líka mikið um tað er landsstýrismaðurin ella eitt av embætisfólkum hansara, ið setur hondina undir; men hendan avgerðin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum livir als ikki upp til grundleggjandi krøvini til fyrisitingarliga málsviðgerð.

Beint tvørturímóti endamálinum við heimildini at góðkenna sáttmálar, er endamálið við avgerð landsstýrismansins at skapa ójavna millum lønarlagið hjá landi og kommunum á annars fult samlíkum sáttmálaøki.

Landsstýrismaðurin grundgevur við øðrum orðum fyri avgerðini við at vísa til endamál, sum lógin als ikki hevur við, og sum stríða ímóti endamálinum við henni.

Landsstýrismaðurin “grundgevur” avgerð sína við, at hann frammanundan hevur givið boð um, at støðið í sáttmálanum, sum hann hevur gjørt við Starvsmannafelagið, ikki kann halda fram; men landsstýrismaðurin hevur onga heimild at geva slík boð.

“Boðini” eru tí ikki annað enn hansara politiska meining, og eyðvitað kann hvørki ein landsstýrismaður ella eitt vanligt embætisfólk grundgeva fyrisitingarligu avgerðir sínar við politiskum meiningum.

Hetta – at misnýta tað valdið, sum lógin hevur givið tær til at fremja eitt heilt annað endamál enn tað sum lógin er um – eitur á lógarmáli “valdsreingjan”, og er altíð eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot. Um orsøkin er vánalig ráðgeving frá fyrisitingini ella tí at landsstýrismaðurin misnýtir vald sítt vita vit ikki.

Avgerðin hjá landsstýrismanninum er í øllum førum ikki bygd á saklig og viðkomandi fyrilit.

Tí fara vit við hesum enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at endurskoða avgerðina.

Kommunufelagið 10. juni 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo