Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Viðvíkjandi uppskotna kapitalinnskotinum til Atlantsflog er tað undir viðgerðini upplýst fyri nevndini, at flogfelagið tryggjar lángevarum hjá ognarfelagnum av hotelbygninginum, at rakstur og gjaldføri hjá hotellinum eru nøktandi til at halda virksemið gangandi í 5 ár frá tí degi, at leigusáttmáli hjá hotellinum við Ognarfelagið er galdandi. Síðan er hendan trygdin longd við einum ári vegna støðuna við koronu.

- Nú almenna flogfelagið er vorðið týðandi partur av føroysku hotelvinnuni, hevur tað sum flogfelag átikið sær óneyðugan váða, og vandi er fyri ójavnari kapping í hotelvinnuni. Hetta er óheppið, sigur Fíggjarnevndin miilum annað í álitinum um eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2020.

- Vegna ta niðurgongd í virksemi, sum korona hevur havt við sær fyri P/F Atlantsflog, ásannar nevndin tó, at tað er neyðugt at játta umbidna kapitalinnskotið í flogfelagið.

- Nevndin leggur tó dent á, at tær 100 mió. kr. ikki eiga at verða brúktar í samband við hotelvirksemið hjá dótturfelagnum, og hevur nevndin á fundi frá leiðsluni í flogfelagnum fingið váttan fyri, at samhandil við dótturfelagið fer fram millum keypara og seljara í armslongdarhandli, sigur Fíggjarnevndin í álitinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo