Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu hjá roknskaparskyldugum o.o.)

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt málið fram 4. apríl 2020 og eftir 1. viðgerð 4. apríl 2020, er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 6. apríl 2020.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við TAKS.

 

Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar: Uppskotið er partur av hjálparpakka II hjá landsstýrinum, og snýr seg um at útvega landsstýrismanninum heimild at áseta longda freist hjá roknskaparskyldugum at lata inn sjálvuppgávu. Orsøkin til uppskotið er, at Føroyar, vegna COVID-19, eru í eini heilt serligari støðu, har stórur partur av føroysku vinnuni kann fáa trupult við at halda freistina fyri at lata sjálvuppgávu inn. Nevndin tekur undir við hesum, men heldur tað tó vera umráðandi, at ein víðkað heimild sum hendan, ið er neyðug í hesi serstøðu, verður tíðaravmarkað. Tí setir ein samd nevnd fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1 verður § 105 orðað soleiðis: “§ 105. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at løntakarar uttanlands, persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu, kunnu fáa freistina við at lata inn sjálvuppgávu longda. Henda freist kann tó ongantíð leingjast útum 15. august í álíkningarárinum. Stk. 2. TAKS er heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistina, sum sambært stk. 1 er sett av landsstýrismanninum. Henda freist kann tó ongantíð leingjast útum 15. august í álíkningarárinum.”

 

§ 2 verður orðað soleiðis:

“§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó koma § 105, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, 2. pkt., sum ásett í § 1, í gildi 1. januar 2021.” 

 

Viðmerkingar

Við hesi broyting verður víðkaða heimildin hjá landsstýrismanninum at gera frávik frá vanligu tíðarfreistini í galdandi lóg tíðaravmarkað, so hon fer úr gildi við árslok 2020. Um tað fer at vísa seg, at tørvurin á hesi heimild strekkir seg inn í 2021, má landsstýrismaðurin koma í Løgtingið við nýggjum uppskoti til ta tíð.

 

Við hesari broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Fíggjarnevndin, 6. apríl 2020

Magnus Rasmussen, formaður, Aksel V. Johannesen,  Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen,  Steffan Klein Poulsen,  Kristina Háfoss og Ruth Vang

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo