Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroysk filmsfólk taka seg av álvara fram. Hetta vóru tey á einum máli um í Nuuk í farnu viku, tá ið stuttfilmarnir hjá teimum báðum Katrini Joensen-Næs og Juliu í Kálvalíð vórðu sýndir fram á altjóða filmsstevnuni í Nuuk.

Føroysku filmarnir, sum vóru sýndir í faru viku í Nuuk, vóru Ábyrgd eftir Katrina Næs-Joensen og Omman eftir Juliu í Kálvalíð.

ÁBYRGD (Katrin Joensen-Næs FO 2020)
Ró verður brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá ið Ró ger av at fara undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.

OMMAN (Julia í Kálvalíð FO 2019)
Ein omman doyr á einum tjaldingartúri eftir ov nógv rúsdrekka. Ommusynirnir finna hana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo