Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmar við og um minnilutar, kjak, workshops, framløgur og stór veitsla við einum Dolly Parton dragshowi, er nakað av tí, sum Faroe Islands International Minority Film Festival bjóðar í Tórsgøtu í døgunum 10.-13. oktober í ár.

FIMFF hevur júst avdúkað skránna fyri í ár, og tað er ein fjølbroytt og forvitnislig skrá við stórum spælifilmum, áhugaverdum heimildarfilmum og stuttfilmum, har evnini ‘nútímans trælahandil’ og ‘kvinnur í Islam’ verða løgd undir sjóneykuna og viðgjørd, bæði í filmunum og eisini sum framløgur. Filmfestivalurin heldur til í Perluni, Reinsarínum og Norðurlandahúsinum.

“Aftur í ár hevur tað eydnast okkum at samanseta eina sera áhugaverda skrá, bæði hvat filmar og evni viðvíðkur, og eisini eru vit errin at avdúka, at vit hava heili tríggjar frumsýninginar,” sigur Nadia Abraham, festivalstjóri, sum greiður frá, at tað eftir tógvið stríð, eydnaðist teimum at fáa nógv rósta filmin, Buoyancy, til Føroya, sum tað fyrsta landið í Norðurlondum.

“Vit seta festivalin hóskvøldið 10. oktober í Norðurlandahúsinum við spælifilminum Buoyancy, sum snýr seg um nútímans trælahandil.”

Hin filmurin, sum fer at hava norðurlendska frumsýning í Føroyum, er amerikanski filmurin, Cubby. Afturat forvitnisligu frumsýningunum, eru eitt nú nógv umrøddu filmarnir ‘The Miseducation of Cameron Post’ og ‘Aurora’, sum er tilnevndur til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins og sum hevur danska frumsýning á FIMFF, eisini á skránni í ár.

Framløgur, workshops, FIMFF Ættarlið og drag show
Hóast FIMFF er ein filmfestivalur, so er annað enn filmur á skránni. Eitt nú verður fyrilestur um nútímans trælahandil, og eftir heimildarfilmin, ‘Reformisten’, sum snýr seg um fyrsta kvinnuliga Imamin í Norðurlondum, Sherin Khankan, verður eitt prát við bæði leikstjóran og Imam Sherin Khankan sjálva, “Her verður høvið at seta bæði Sherin og leikstjóranum av heimildarfilminum spurningar, og tann 13. okt. hevur Sherin eina forvitnisliga framløgu um umskapan av Islam og kvinnurættindi” sigur Nadia.

FIMFF vil eisini styrkja og menna filmsídnaðin í Førouym “Tað gera vit eitt nú við at hava eina workshop innan leikritaskriving, og er tað ongin onnur enn viðurkendi leikstjórin, Ísold Uggadóttir, sum fer at leiða workshoppina”, sigur Nadia og greiður frá, at enn er gjørligt at melda seg til workshoppina við at venda sær til FIMFF.

Somuleiðis verður FIMFF Ættarlið aftur í ár, har skúlar fáa ein ókeypis kunnandi dag um minnilutar við áhugaverdum filmum og framløgum, og næmingarnir kunnu seta spurningar beinleiðis til minnilutar. Fyri aðru ferð á rað, skipar FIMFF eisini fyri Drag Academy “Her kunnu føroyingar læra at upptraðka sum drag og somuleiðis hitta aðrar føroyingar, ið hava sama áhuga”, sigur Nadia.

Árliga Gender Bender veitslan verður leygarkvøldið, 12. oktober, har luttakarar í Drag Academy fáa møguleika at upptraðka sum drag. Eisini verður eitt Dolly Parton dragshow og kendi rapparin Gnucci spælur kókandi elektroniskan tónleik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo