Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í summar var eitt sjónvarpslið úr Brasilia í Føroyum og tók upp til eina sending um ferðing. Sendingin hevur yvir 20 mió hyggjarar, og fleiri partar komu burtur úr vitjanini í Føroyum. Tú kanst síggja teir her

Atlantic Jihad: Ósagda søgan um hvítu trælirnar er heiti á áhugaverdum íslendskum dokumentari um ónáðirnar sum arabarar gjørdu um okkara leiðir. Hendingin í 1629, tá Hvalba var fyri herviligari atsókn, er eisini við

Við einum orkuverki sum pumpar vatn ímillum tvær byrgingar ber til at brúka sama vatn aftur og aftur til at framleiða meira streym. Her er ein áhugaverd video frágreiðing um, hvussu verkætlanin skal fungera

Fleiri kópar og onkur nósi spældu sær uttanfyri Fiskvinnuskúlan og í bátahylinum í Vestmanna í dag. Her eru livandi myndir sum næmingar og lærarar tóku

Maðurin sum var orsøkin til alt rokið á valfundinum í býnum Reno í gjár sigur, at hann bara helt einum skelti við áskriftini "republikans against Trump". Knappliga varð hann álopin og Trump ryktur burtur av pallinum av Secret Service

Fyrradagin andaðist Svend Jacobsen úr Vági, 83 ára gamal. Svend búði tað mesta av lívinum í avstralska býnum Newcastle. Í fjør gjørdi VP ein stuttan dokumentarfilm um Svend sum vit, nú hann er farin, vilja taka fram aftur. Friður verið við minninum um Svend hjá Pola á Oyri

Amerikanski forsetin, Barack Obama, misti tolið við fyrrverandi forsetanum, Bill Clinton, tá teir skuldu avstað við Air Force One eftir jarðarferðina hjá Shimon Peres í Jerusalem

Hóast nógvir kendir stats- og stjórnarleiðarar eru til jarðarferð í Ísrael í dag, so er tað eitt lógvatak sum er farið kring allan heim

Eftir vápnahvíldina í Sýria eru bardagarnir harðari enn nakrantíð. Henda smágentan var tann einasta í familjuni sum kom livandi frá russiskum og sýriskum loftálopum á Aleppo í gjár. Minst 70 fólk doyðu. Bjargingarfólk fingu hana leysa við berum hondum. Vit ávara um sterkar myndir

Tá toran sló niður á Viðareiði varð hendingin eisini fangað á myndatóli sum tók upp livandi myndir. Sí hendingina, sum Gert Norðoy tók upp, her

Á indonesisku oynni Sulawesi livir Torajan fólkið. Tey hava eina heilt aðra fatan av deyðanum enn vit. Tá teirra kæru doyggja, ganga ofta mánaðir til tey verða jarðað. Og so verða tey tikin framaftur av og á. Síggj sterku myndirnar her

Morgunsendingin hjá Útvarpinum hevur verið inni á gólvinum hjá Sakaris Hansen á Oyri og hugt eftir hugtakandi samlingini hjá honum av modelskipum. Sakarin sýnir fram í garaguni leygardagin

Normenn eru dreingir sum dáma dreingir, gentur sum dáma gentur, dreingir og gentur sum dáma hvønnannan. Vit trúgva uppá Guð og Allah, segði norski Haraldur kongur við 1500 áhoyrarar á árligu uttanduraveitsluni sum var 1. september

Øll kunnu læra øll mál, er uppáhaldið. Og tað tekur kanska ikki so langa tíð, sum tú heldur, um tú ber teg rætt at

Nógvar atfinningar hava í seinastuni ljóðað ímóti donsku skattamyndugleikunum. Og tað hevur P3 hjá DR fingið eina stuttliga video burturúr

Annar partur av áhugaverdari og forkunnugari sending hjá NRK úr Føroyum í 1965

Í 1965 vísti NRK sendingar úr Føroyum. Prátað verður við fleiri føroyingar, bæði vinnulívsfólk, politikarar og vanlig fólk eins og nógvar forkunnugar myndir eru at síggja

Gamli lærumeistarin hjá Ronaldo, Sir Alex Ferguson, vildi fegin heilsa uppá Ronaldo, tá ið hann hevði vunnið EM-finaluna saman við Portugal

Ross McCall vitjar Føroyar fyri at finna sannleikan um aldargamla siðin um "brutala" grindadrápið, sigur felagsskapurin um nýggja filmin. Síggj hann her

Hvussu blíva Leirvíksvegur til Leroy Jenkins og Garðavegur til Gardenveggies. Spyr ein amerikanara í Føroyum

Sandoyggin er meira smílandi enn hinar oyggjarnar, segði drotningin tá hon vitjaði Sandoynna í dag

Forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, fegnast um móttøkuna og úrtøkuna, nú vitjað verður í Gibraltar

Útoyggjastevna er í Hesti. Vit hava verið við myndatólinum og tikið nakrar stemningsmyndir, sum her síggjast saman við brotum úr setanarrøðuni hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

Fyrr í kvøld var ein stór brugda á Miðvági. Sí video her

- Tá ið mann skapar nýtt burturúr onkrum, sum kanska annars hevði verið gloymt ella koyrt burtur, so byggir mann eina brúgv millum fyrr og nú

Familjan hjá Jonhard Larsen úr Klaksvík er meint rakt av Alzheimer sjúkuni. Tí hevur Jonhard, sum er íðin rennari, sett sær fyri at gera tað bragdið at renna úr Klaksvík til Havnar í dag. Renningin byrjaði klokkan fimm í morgun. Tit sum koyra - ansið eftir Jonhardi

Systkinabørnini Bárður og Ragnfríð Hansen av Toftum eru afturkomin av spennandi ferð í Nepal, har tey vitjaðu Basecamp, sum er har sjálv ferðin byrjar uppá heimsins hægsta fjall, Mount Everest. Tey gjørdu ein góðan film, sum tey hava lagt á Youtube. Síggj hann her

Vit eru helst øll samd um, at brotsmenn skulu hava sína revsing. Men hvussu man tað vera at sita í isolatión í einum kliva sum er 6x9 metrar. 23 tímar um samdøgrið. Hvønn dag. Í fleiri ár. Royn teg nú

Tey sum vóru til flaggdagshald á Vaglinum í Havn í dag upplivdu eina løtu við bæði kava og sól. Jóhanna á Bergi flutti fram røðuna. Siggj og hoyr hana her

Minst 20 ferðir flugu tvey russisk jaðaraflogfør sera tætt framvið amerikanska oyðaranum USS Donald Cook. USA finst hvassliga at Russlandi

Hjá Røkt í Vestmanna gera tey klárt til at strúka sílunum, sum hava verið í byrgingini í Heygadali. Rognafiskurin verður valdur út av serkønum fólkum. Størstu sílini viga upp ímóti 10 kg. Síggj og hoyr um sílini í hesum videoinnslagnum

Ísland verður í hesum døgum havt til láturs og undirhald hjá fleiri sjónvarpsstøðum kring heim. Sjálvgjørt er vælgjørt, ber kanska til at siga

Siggj hugtakandi myndir tiknar við dronu av høvuðsstaðnum

Pressufrælsið hevur tað ikki gott allastaðni í heiminum. Eitt stað, har myndugleikarnir hava lítla virðing fyri tíðindafólki, er Uganda. Men hygg hvussu tað kann ganga, tá ein djarvur journalistur setur myndugleikarnar uppá pláss

Næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnuhøvuðsstaðurin verður Klaksvík stundum nevnd. Her er býurin úr erva ein góðveðursdag við kava

Argir og Tórshavn taka seg væl út úr erva ein góðveðursdag

Kirkjubøur er ein av søguríkastu bygdunum í Føroyum. Í miðøld var bygdin miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Sólargangurin er góður, so her er fruktagott, og so er Kirkjubøur eisini gott rekapláss

Nakrir teirra í øllum førum, og nú er aftur ein filmur komin undan kavi á netinum, har Føroyar verða hálovaðar sum landið at standa á brimfjøl

Føroyski ræðufilmurin Skuld hjá Heiðriki av Heygum kann nú síggjast á Youtube. Talan er um vælgjørdan ræðufilmum um eina sjúkrasystir, sum er stødd á eini lítlari oyggj har hon ansar eftir eini sjúkari kvinnu. Og har hendir ymiskt óhugnaligt

Høvuðsstaðurin hevur verið landsins miðdepul í meira enn 1.000 ár. Býurin er við tvær smáar vágir, eystaru og vestaru sum Tinganes gongur út millum. Á hesum dronufilminum eru Viðarlundin og Gundadalur, Tinganes og Reyn, Skansin, vágirnar, molin v.m

Úr Viðareiði, sum er norðasta bygdin í Føroyum, síggja vit allar seks Norðoyggjar. Her er ein filmur, tikin úr erva við dronu, nú í góðveðrinum

Kunoy er sum eitt høgt fjall, øll sum hon er. Seks av fjøllunum á oynni eru hægri enn 800 metrar. Í hesum stuttfilminum, sum er tikin úr erva við dronu, eru vit mest í Kunoyar bygd

Norðoyggjar verða viðhvørt nevndar føroysku alpurnar, helst tí fjøllini eru so hugtakandi høg og steyrøtt. Í kavaveðrinum nú um dagarnar livdu tær so upp til heitið. Her eru Norðdepli, Hvannasund og Árnafjørður

Í gomlum døgum var tað mest Tróndur í Gøtu, men unga ættarliðið setir helst Gøtu fyrst og fremst í samband við G! festivalin. Soleiðis síggja bygdirnar út úr erva ein góðveðursdag

Kollafjørður er sagdur at vera Føroya longsta bygd, við sínum nærum 8 kilometrum. Síðani 2001 hevur bygdin verið partur av Tórshavnar Kommunu. Her er Kollafjørður úr erva ein góðveðursdag við kava

Á eystursíðuni á Streymoynni liggur Hósvík, ella Tórsvík sum er norrøna navnið hjá bygdini. Nú meðan góðveðrið hevur ligið hava vit tikið hesar myndirnar av Hósvík úr erva

Kom við ein túr sum byrjar vestanfyri Streymoynna, norðum og suður gjøgnum Sundalagið og endar í Hvalvík

- Fylg mær og síggj vøkru, føroysku náttúruna, har kavi, regn, mjørki og sól fylgja hvørjum øðrum sama tíma á degnum. Lat okkum síðani tosa um tað løgnasta í lívinum: Deyðan, skrivar ferðamaðurin í hesi sjáldsama vøkru filmsfrásøgnini úr Føroyum

Vatnsoyrar er serstøk bygd í Føroyum, ikki bara tí hon er einasta bygd, hagani ikki sæst út á hav, men eisini tí hon er yngsta bygdin í Føroyum, grundløgd í 1920. Her eru nakrar livandi myndir tiknar í góðveðrinum

Miðvágur er størsta bygdin á Vágoynni. Ein góðveðurdag, tá kavin liggur, er bygdini vøkur