Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar



Theodor Eli Dam Olsen, prestur, innleiðir seinastu sýningina á ”Filmsdøgum í felag”, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri síðani mikudagin í Havnar Bio.

Seinasti filmurin er hin norski 1001 GRAMM, sum er um at máta og viga tilveruna.

Eftir sýningina, sum byrjar sunnukvøldið kl 20, dregur Fjóla Skaalum frá 62 Norður vinnaran, sum sjálvur annar sleppur til Edinburgh á altjóða filmstevnu.

Filmstevnan í Edinburgh fyllir 70 ár næsta ár.

Biografgangarar hava síðani mikudagin lagt brúkt atgongumerki við navni á í ein svartan kassa, sum stendur í forhøllini í biografinum.

Mest sæddi filmur á Filmsdøgunum 2015 var AMY, sum verður sýndur aftur mikukvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo