Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 20 verkætlanum stuðul til filmsgerð av stuðulsjáttanini til film. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar, novellufilm, animatiónsfilm, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu.

Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er tvær milliónir krónur í 2017. Tá freistin at søkja til fyrra útbýtingarumfar var úti 1. februar, vóru 29 umsóknir komnar inn. Eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum í hesum umfari eru Vár B. Jacobsen og Birgir Kruse, eru kr. 1.442.900 krónur býttar út í hesum umfari.

Fýra verkætlanir hava fingið 100.000 krónur ella meira í stuðli. Hesar eru “Enter the Kitchen – Cook Rising” hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films, sum hevur fingið kr. 250.000, “Eitt sindur um hvussu vit elska” hjá Anton Petersen/Cinema Polaris við Pæturi Marjunarson Dahl sum framleiðara, sum hevur fingið kr. 200.000, “Nina” hjá Mariu Winther Olsen/Toka Film, sum hevur fingið kr. 141.000, og “Søgan um Ruth” hjá Árna Nicolajsen, sum hevur fingið 100.000 krónur.

Hesi 20 fingu stuðul í fyrra umfari:
Gunrid Hansen/Dagstovnurin á Velbastað, “Børn í grønum umhvørvi”, kr. 17.000
Jón Hammer/KYK Myndir, til útbreiðslu av “Dalur” og “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum, kr. 35.000
Ingun í Skrivarastovu/ Fish & Film, til útbreiðslu av “Dreymar við havið” hjá Sakaris Stórá, kr. 50.000
Anton Petersen/ Cinema Polaris, framleiðari Pætur M. Dahl, “Eitt sindur um hvussu vit elska”, kr. 200.000
Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Enter the Kitchen – Cook Rising”, kr. 250.000
Sakaris Stórá, einki heiti, kr. 45.000
Annika á Lofti/Rogviper, “Góða Mary”, kr. 97.000
Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Havið”, kr. 85.000
Franklin Henriksen/Levende Film, uttan heiti, kr.28.000
Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Í og rundanum eina dupultsong”, kr. 25.000
Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Green Animation Studios, “Marra 2 – Ránsmenn”, kr. 30.000
Maria Winther Olsen/Toka Film, “Nina”, kr. 141.000
Julia í Kálvalíð Jacobsen, “Omman”, kr. 86.500
Franklin Henriksen/Levende Film, “Story Music”, kr. 55.400
Árni Nicolajsen, “Søgan um Ruth”, kr. 100.000
Jónfinn Stenberg, “Til barnaføðingardagar og jarðarferðir”, kr. 30.000
Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Trøllabeiggjar”, kr. 50.000
Anita Hermansen, “Tummas”, kr. 84.000
John Jacobsen, “Undrið”, kr. 20.000
Rói Davidsen, “Uttan vón”, kr.14.000

Umsøkjararnir hava fingið umsóknarsvar við grundgevingunum frá ráðgevunum, og teimum stendur eisini í boði at hitta ráðgevarnar á fundi í Mentamálaráðnum, har tey kunnu fáa persónliga ráðgeving um umsóknirnar og filmsverkætlanirnar.

557.100 krónur eru nú eftir til seinna útbýtingarumfar í 2017, sum verður lýst í summar við freist 1. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo