Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin 19. mai fer Rakel Helmsdal, rithøvundur, íðin biografgangari og svorin Tove Jansson fan, at innleiða sýningina í Filmsfelagum við nýggja filminum ”Tove”.

Filmurin er um Tove Jansson (1914-2001), sum er kend um allan heim fyri mumitrøllini og hugtakandi bøkurnar, sum eru týddar til føroyskt og tilsamans 38 av heimsins málum.

Men Tove var so nógv annað eisini.

Í hesum ævisøguliga filmi, ”Tove”, fylgja vit ungu myndlistakvinnuni í Helsinki eftir kríggið, har hon við egnum avrikum vil gera seg leysa av kenda pápanum, myndhøggaranum Viktor Jansson.

Í listarliga umhvørvinum í finska høvuðsstaðnum møtir hon frílynta politikaranum Atos Wirtanen, sum hon forelskar seg í, samstundis sum hon eisini hevur heitar kenslur fyri leikstjóranum Vivica Bandler, sum fult og heilt trýr uppá mumitrøllini og umhvørvið, sum hin ivandi Tove hevur skapt.

Filmurin ”Tove” er ein sterk og nemandi søga um dirvið at lurta eftir innastu røddini - ikki bara í listini, men eisini í kærleikanum - við svensk/finsku Almu Pöysti (f.1981) í høvuðsleiklutinum sum Tove Jansson.

Filmurin er í 10 førum í uppskoti at vinna finsku Jussi virðislønina. Í Göteborg vann ”Tove” virðisløn fyri bestu filming og var eisini í uppskoti at vinna heimsins størstu virðisløn, The Dragon Award, sum besti norðurlendski filmur í ár.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo