Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Næsti filmur í Filmsfelagnum er um vaksnamannahapping og byggir á skaldsøguna ”Undtagelsen” hjá Christian Jungersen.

Iben (Danica Curcic), Malene (Amanda Collin), Anne-Lise (Sidse Babett Knudsen) og Camilla (Lene Maria Christensen) eru starvsfelagar við nógvum dystum, har ikki bara makt, men eisini tutl og sleyg um hvørja aðra og so loynilig, skiftandi sambond, sum eingin kann vara seg fyri, seta dagsordanin.

Tá Iben og Malene fáa deyðshóttanir í telduposti, halda tær at tað er ein serbiskur krígsbrotsmaður, sum tær skriva greinar um.

Men tá eitt mál um happing á arbeiðsplássinum tekur seg upp og fer heilt av nálini, fara tær at grunda yvir um óndskapurin sprettur úr teimum sjálvum.

”Undtagelsen” er ein skakandi nøtrisøga, sum lýsir hvussu snild og raffinerað happing kann verða millum vaksin á einum arbeiðsplássi.

Jesper W. Nielsen hevur gjørt til film, sum verður vístur í Filmsfelagnum mikudagin 1. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo