Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hóskvøldið 12. mai klokkan 20 sýnir Klippfisk filmin Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Havn eftir Katrina Ottarsdóttir.

Katrin sigur nøkur orð áðrenn sýningina, og eftir sýningina verður høvi at práta við Katrina og framleiðaran, Hugin Eide.

Atlantic Rhapsody er fyrsti føroyski spælifilmurin við føroyskum leikstjóra og framleiðara og er tí ein grundarsteinur í føroyskari filmsgerð. Filmurin fekk góða móttøku uttanlands og er við tíðini vorðin fólkaogn.

Sýningin er ókeypis.

Avmarkað pláss er, og tí heita vit á fólk um at tekna seg við at senda navn til klippfisk(at)klippfisk.fo

Filmurin verður sýndur í hølunum hjá Klippfisk á 3. hædd á Vestaru Bryggju 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo