Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

FIMFF: Í gjár kunngjørdi LGBT Føroyar at Faroe Pride, hóast avlýsingar vegna koronu, í ár verður skipað sum rekkjukoyring úr Havnini og inn í Skálafjørðin. Í tí sambandi varð eisini kunngjørt ein sýning í Havnar Bio 27. juli kl. 19, har heimildarfilmurin, Wonder Boy, skuldi vísast í sambandi við ársins Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF). Afturat hesum filminum skuldi  FIMFF hava fleiri sýningar í Havnar Bio, mánadagin 26. juli.

Hetta verður tó av ongum, tí Havnar Bio í dag, 21. juli, hevur boðað frá, at tey vilja steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum FIMFF hevur í ár. Hóast ymiskleikarnar hjá pørtunum eydnaðist tað í ár at fáa eitt samstarv í lag, men nú LGBT Føroyar lýsti við eini sýning í Havnar Bio, vilja Havnar Bio ikki vera við meira, og tað harmast fyriskipararnir í Fimff sjalvandi um. 

Skipast av nýggjum
Spennandi Grammy-nomineraða navnið, COBRAH, sum skuldi spæla sín harða hyper-pop til Gender Bender-veitsluna leygardagin 24. juli í Reinsarínum, hevur verið noydd til at avlýsa sína konsert vegna korona. 

FIMFF-kjarnan arbeiðir nú uppá at flyta tær fimm sýningarnar, sum skuldu vera í Havnar Bio yvir í Perluna, har aðrir minnilutafilmar verða sýndir. Fleiri tónleikaranøvn hava verið uppi at venda í sambandi við Gender Bender-veitsluna, men einki er fastlagt enn. Meira kunning kemur út um hetta, so skjótt ætlaninar verða lagdar.

Fyriskipararnir vóna, at hóast mongu avbjóðingarnar, at fólk vilja stuðla upp undir tiltakinum og møta upp til sýningarnar og tiltøkini.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo