Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

FIMFF'22: Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) verður í Tórshavn í døgunum 31. august til 4. septembur.

Hetta er 6. árið á rað at filmfestivalurin verður. Hesa ferð verður størsti parturin hildin í Norðurlandahúsinum, men eins og undanfarnu ár, so verða eisini nøkur tiltøk í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Sum nakað heilt nýtt, verður møguligt at síggja fleiri filmar á netinum heima við hús eftir festivalin.

“Evnini í ár verða eitt nú intersektionell feminisma, abort og kvir umboðan í filmi,” greiðir Nadia Abraham, stovnari, frá: “FIMFF leggur seg altíð eftir, at taka viðkomandi og mangan viðkvom evni upp, tí vit meta, at tað er av týdningi at tosa um tað, ið kanska ikki fær so nógv pláss annars og at vera við til at flyta mørk.” Evnini á ársins filmfestivali verða viðgjørd við sýningum og tiltøkum, “tað verður við bæði útlendskari og føroyskari umboðan at vit fara at viðgera evnini, og orsøkin til tað er, at tað kann vera gott fyri okkum at hoyra, hvat rørir seg úti í heimi og fáa íblástur uttanífrá”, sigur Nadia.

Kend nøvn á skránni
“Vit eru í ferð við at leggja síðstu hond á skránna og gleða okkum til at almannakunngera skránna, sum er kryddað við bæði kendum og minni kendum nøvnum”, sigur Nadia.

Eins og undanfarnu ár, so er tað ein fjølbroytt skrá við bæði álvarsligum og meira løttum evnum: “FIMFF skal vera fyri øll, og tí hava vit eisini eina fjølbroytta skrá við eitt nú barnasýning, tónleiki, pallborðsfundum og einari verkstovu bara fyri vaksin, sum tora,” sigur Nadia skemtandi, “og leikstjórar vitja fleiri av sýningunum.”

Nevnast kann at vælumtókta Sanne Søndergaard luttekur bæði á FIMFF Youth degnum og fer á pallin í Reinsarínum fríggjakvøldid 2. september at halda eitt stand-up comedy show við sínum eyðkenda feministiska skemti. Til Gender Bender tiltakið leygarkvøldið 3. septembur kemur rapparin NIKOLINE, sum er kend fyri hennara kontroversiellu tekstir og sjónbandaløg, serliga sangin ‘Sut Min Klit’.

Setanarfilmurin verður hósdagin 1. septembur í Norðurlandahúsinum. Tað er tann sterki iranski filmurin Ballad of a White Cow, sum snýr seg um eina kvinnu, ið fær tey sorgarboð at maðurin bleiv avrættaður av misgáum, og hon velur tí at fara ímóti eini kensluleysari skipan.

Spurd, um tað er nakað hon vil leggja afturat, sigur Nadia: ”Vit eru takksom fyri hvørt ár, vit kunnu halda filmfestivalin, tí tað er avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja. Alt okkara arbeiðið er treytað av, at vit fáa stuðul, og tí kunnu vit bara fegnast um, at vit aftur í ár hava móttikið fígging frá Nordisk Kulturkontakt og Nordisk Kulturfond. Eisini er sjálvbodna hjálpin gull verd, og hava vit á hvørjum árið skapt nýggj vinarbond við fólk, sum eisini brenna fyri filmi og at gera mun.” sigur Nadia Abraham at enda. 

Øll skráin verður kunngjørd í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo