At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikararnir í Føroyum taka seg støðugt fram, og tí er tørvurin til fimleikaútgerð í FIMI broyttur. Tí hevur býráðið nú játtað 1 mió. kr. Til eina opna skúmgrøv við endan á hestinum í amboðshøllini. Kappingaríðkarar í øllum aldursbólkum fara at nýta lopgrøvina.

Loysnin er rúmlig, so at breiddaríðkarar eisini kunnu nýta grøvina, og so fer eisini at bera til at fjala grøvina til aðrar venjingar.

Nýggja lopgrøvin fer at fyribyrgja skaðar. Lopgrøvin er fylt við skúmkubbum, ið betri tekur stoytin, tá ið lopið verður.

Fimleikafeløgini vænta, at lopgrøvin fer at menna fimleikin nógv.

Fimleikahøllin Fimi varð tikin í nýtslu í 2011 og er karmur um tvær hallir til estetiskan fimleik og eina stóra høll til amboðsfimleik. Høllin er sera nógv brúkt bæði av fimleikafeløgum, dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum. Hvønn dag koma hundraðtals fólk í høllina.

Málið var fyri á býráðsfundi hóskvøldið 29. oktobur 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo