Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt minni línuskip er á Føroya Banka. Eitt frystilínuskip er á Føroya grunninum, men er nýliga byrjað túr. Tvey eru á Flemish Kap restin liggur við bryggju. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av svartkalva.

Streymurin verður hampuligur  og veðri sær út til at blíva gott í vikuni, so roknað er við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.

Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo