Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ikki færri enn fimm ferðir síðstu nátt varð sjúkrabilur sendur eftir fólki, sum í náttarlívinum so ella so vóru komin illa fyri. Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Í tí eina førinum hevði viðkomandi tikið vandamikil rúsevni, og var blivin so mikið illa fyri, at hann ella hon mátti undir læknahond. Hetta hendi á G-festivalinum, har annars alt gekk fyri seg sum tað átti, sambært vakthavandi.

- Eitt fólk sýndi so mikið skeivan atburð, at gjørt varð av at taka viðkomandi við á støðina, men ongin sak spyrst burturúr, sigur vakthavandi.

Hann sigur eisini, at nú festival gestirnir á tjaldingarøkinum so smátt fara at fáa eygu aftaná stóra dagin í gjár, fer politiið at vera til staðar og tryggja, at ongin fer at koyra bil við kenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo