Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nú verður loyvt at gera 5 útskiftingar í m.a. UEFA Nations League - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nú verður loyvt at gera 5 útskiftingar í m.a. UEFA Nations League - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nú verður loyvt at gera 5 útskiftingar í m.a. UEFA Nations League - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tá A-landsliðið við monnum tekur ímóti Lettlandi á Tórsvølli leygardagin 10. oktober, fær Håkan Ericson, landsliðsvenjari, møguleikan at gera brúk av fleiri spælarum, enn tað higartil hevur verið loyvt í einum og sama dysti.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur nevniliga avgjørt, at frá komandi dystum í UEFA Nations League verður loyvt at gera fimm útskiftingar.

Reglurnar eru galdandi fyri UEFA Nations League, í EM-undankappingini hjá kvinnum, í bólkaspælinum í Champions League og Europa League, umframt innleiðandi dystunum í Champions League hjá kvinnum.

Tó eru reglurnar soleiðis, at tað bert er loyvt at gera tríggjar steðgir undir dystinum til at fremja tær í mesta lagi fimm útskiftingarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo