Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Trýst á talvuna og hon verður størri.

Trýst á talvuna og hon verður størri.

Árið í fjør var eitt ringt ár hvat fólkatalinum í Fugloynni viðvíkir.

1. desember 2016 búðu 46 fólk í oynni, men eitt ár seinni vóru tvey deyð, ongin fluttur til oynna men sjey flutt úr oynni. Fólkatalið var sostatt minkað við 9 fólkum ella nærum 20 prosentum.

Amalia í Frammistovu er borgarstjóri í Fugloyar kommunu, og hon sigur í stuttari viðmerking við VP, at fólkaminkingin skal setast í samband við fólkavøksturin sum var í tíðarskeiðnum beint frammanundan.

- Her flutti nakað av fólki til oynna í samband við kommunuvalið. Tað er ikki heilt óvanligt, at so er, og tey flyta gjarna úr aftur oynni eftir valið, sigur borgarstjórin.

Hagtølini frá Hagstovuni avdúka eisini, at var minkingin stór í Fugli, so vóru tølini líka stór og størri aðrastaðni, bara við umvendum fortekni. Tí vøkstur var í fólkatalinum bæði í Hesti og Mykinesi. Í Mykinesi var vøksturin góð 21 prosent og í Hesti heili 31,6 prosent.

Rætt er kanska at minna á, at tá tølini eru so smá, sum tey eru í nógvum útoyggjum, so gevur tað stórt útslag í prosentum tá bert fá fólk flyta til ella frá.

Trýst á talvuna og hon verður størri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo