Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako.

Hesi liðini hava sum tey einastu vunnið allar fimm dystirnar í kappingini.

Fyrrapartin vunnu Føroyar 3½-½ á Malta í fimta umfari. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol vunnu, og Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði.

Monako og Føroyar
Á liðnum hjá Monako eru tveir stórmeistarar. Bagheri og Efimov. Hvørgin er úr Monako. Bagheri er ættaður úr Iran, og er annar stórmeistarin haðani. Efimov hevur í fleiri ár umboðað Monako.

Føroyar hava sammettar við Monako hægri styrkital á trimum av fremstu fýra borðunum. Á øðrum borði stendur á jøvnum í rating. Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil, og hevur sum tann einasti av øllum í kappingini fult stigatal eftir fimm umfør. Hann telvar eisini fyri sínum triðja og síðsta normi til heitið sum altjóða talvmeistari. Vert er eisini at gáa eftir góða úrslitinum hjá einans 15 ára gamla Luitjen A. Apol.

Vit rokna við, at bæði liðini seta sínar topp-4 manningar til dystin, sum byrjar seinnapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo