Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Jan Lamhauge hevur gjørt seg kendan í Kringvarpi Føroya. Sambært leiðsluni fyri stovnin er tað eingin annar í Kringvarpinum sum dugur so væl at gera kritiskar sendingar sum hann.

Í síni seinastu kampanju móti Heðin Mortensen gjørdi Jan Lamhauge nógv burtur úr, at kommunan ordraði vørur, uttan at hesir ordrar vóru bodnir út í almennari licitasjón.

Spurningurin er so, um henda útboðsregla eisini var galdandi fyri Jan Lamhauge, tá hann gjørdi sín ordra við Kringvarp Føroya um starv hjá stovninum.

Nei, sjálvandi ikki. Sannleikin er nevniliga, at Jan Lamhauge í september 2011 var settur í starv í Kringvarp Føroya, uttan at hansara starv var lýst leyst. Hann arbeiddi nevniliga fyrst í einum fyribilsstarvi, og so í einum avloysarastarvi. Hesi størv vóru ongantíð lýst leys.

So okkurt mátti gerast. Í mars 2013 vóru tvey størv lýst leys at søkja í Kringvarpinum. Seks umsøkjarar vóru til hesi størv, og ein samdur setanarbólkur valdi sjálvandi at seta Jan Lamhauge í fast starv. Hetta hóast at hann ikki hevur nakra journalistiska útbúgving.

VP spurdi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, nakrar spurningar, sum kringvarpsstjórin var so beinasamur at svara:

1) Hvør hevur sett Jan Lamhauge í starv?
Kringvarp Føroya fylgir almenna setanarpolitikkinum, har stjórin formelt setir starvsfólk eftir tilmæli frá einum setanarbólki.

2) Hvussu leingi hevur hann starvast í Kvf?
Journalisturin hevur starvast í Kringvarpi Føroya síðani september 2011.

3) Var starvið sum hann hevur havt í 4 ár lýst leyst?
Táverandi tíðindaleiðari setti journalistin av fyrstan tíð í eitt fyribils starv fram til 31. januar 2012, síðani bleiv talan um eitt tíðaravmarkað starv, har journalisturin var fyri annan journalist í farloyvi, og 1. mars 2013 varð hann settur í fast starv. Tvey størv vórðu lýst leys tá, og seks umsøkjarar vóru til størvini. Ein samdur setanarbólkur mælti til at seta Jan Lamhauge í annað starvið.

4) Hvørja journalistiska útbúgving hevur Jan Lamhague?
Jan er bachelorur og kandidatur í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetur Føroya og bachelorur í religiónsvísund frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Áðrenn Jan kom í Kringvarp Føroya, skrivaði hann m.a. fyri Dimmalætting, og hann royndi seg eisini m.a. sum blaðstjóri á Mess og blaðnum V.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo