Mangan verður givið meira gætur, hvør ið útint hevur, enn hvat ið útint er
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Magn hevur fingið nýggjan forstjóra. Nevndin í Magn hevur gjørt av at seta Finn Jakobsen í starv sum forstjóri í felagnum.

Finn Jakobsen, sum er 53 ára gamal, hevur seinastu umleið fýra árini verið tekniskur stjóri hjá Magn.

Eisini hevur Finn Jakobsen starvast hjá SEV í nógv ár, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum rakstrarleiðari. Harumframt var hann eitt tíðarskeið í starvi hjá ráðgevandi verkfrøðingafyritøku í Danmark. Finn Jakobsen er útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur og elektromekanikari.

Nógvir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til starvið sum forstjóri, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn, sum fegnast um stóra áhugan fyri fyritøkuni.

Fremsta uppgávan hjá forstjóranum verður at tryggja, at Magn framhaldandi verður ein sterkur orkuveitari í Føroyum. Eisini skal hann standa fyri skiftinum til grøna orku, millum annað við vindmyllulundini í Flatnahaga.

”Vit meta, at Finn Jakobsen hevur røttu førleikarnar at standa á odda fyri Magn og møta teimum avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman. Sum tekniskur stjóri hevur Finn Jakobsen havt ein týðandi leiklut í at menna grønu orkuloysnirnar hjá Magn. Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og hevur neyvt innlit í øll rakstrarøkini hjá Magn”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo